Lemvig-Thyborøn er framvegis aftast

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn vóru fyri tapi í dag

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spældu í dag dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti SønderjyskE.

 

Tað gekk væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 14-14. Men tá 40 minuttir vóru leiktir var SønderjyskE á odda 21-15, og so var brekkan brøtt hjá Lemvig-Thyborøn.

 

Tað endaði við einum 31-26 sigri til SønderjyskE.

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 11 stigum. Tað ræður um hjá Vilhelmi og liðfeløgunum at sleppa av aftasta plássinum áðrenn grundspælið er liðugt spælt um fýra umfør. Liðið sum endar aftast flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina. Liðini sum enda millum níggjunda og trettanda (næstaftasta) plássið sleppa at spæla um at sleppa undan niðurflyting.

 

Lemvig-Thyborøn er bert tvey stig aftanfyri Kolding og Nordsjælland. Men liðið hevur ikki vunnið ein dyst síðani 8. desember, og sigrarnir mugu koma nú tá bert eru fýra dystir eftir at leika í grundspælinum.

 

Vilhelm stóð seg annars væl í kvøld. Hann gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum, og hann legði eisini upp til tvey mál.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 tekur Lemvig-Thyborøn móti Ringsted á heimavølli. 

 

Støðan:

 

NummarLiðDystirStig
1 

Aalborg

 
2239
2Fredericia 2234
3Bjerringbro/Silkeborg 2228
4GOG 2125
5Mors-Thy  2225
6Skjern Håndbold   2224
7Ribe-Esbjerg2223
8TMS Ringsted 2221
9SønderjyskE 2218
10TTH  2216
11Skanderborg AGF2216
12Nordsjælland 2113
13KIF Kolding2213
14Lemvig-Thyborøn2211