Norðdepil:
28 ára gamla Malena Sivertsen, sum vanliga verður kallað Lena, tók skipsføraraprógv seinasta fríggjadag. Tað er ikki vanligt í Føroyum, at ein kvinna velur hesa lívsleið, men fyri Lenu hevur tað so at siga ongantíð verið nakað ivamál.
Longu sum 11 ára gomul skrivaði hon í eina "Mine bedste venner" bók hjá einari vinkonu, at hon ætlaði sær at vera skipari, tá hon bleiv stór.
? Eg havi altíð ætlað mær at verða skipari. Eg veit ikki rættiliga, hví eg havi verið so avgjørd, men áhugin er í øllum førum tilstaðar, sigur Lena og setur seg niður við borðið í stovuni í barndómsheiminum í Norðdepli.
Pápi hennara er skipari, og tað eru fleiri aðrir skiparar í familjuni. Lena minnist aftur á nógv prát um bátar, skip og fisk. Eisini nógva pátrúgv viðvíkjandi kvinnum og fiskiskapi.
? Eg minnist til dømis, at eitt konufólk mátti ikki nerta við línuna, áðrenn teir fóru, tí so fingu teir onki, greiðir Lena flennandi frá. Hon heldur fram, at um teir møttu einum konufólki á veg til fiskiskap, so vendu teir aftur, tí tað merkti óhepni.
Lena heldur, at føroyingar eru komnar langan veg síðani hasa tíðina, men samstundis tykist hon vera púra greið yvir, at hon neyvan verður skipari á einum føroyskum fiskifari.
? Tað finnast neyvan nógvir føroyskir fiskimenn, sum høvdu siglt undir einum kvinnuligum skipara, sigur hon púra avgjørd, men leggur so afturat, at tað er so hennara egna uppfatan.
Lena greiðir frá, at hon hevur møtt mongum mannfólki, sum hava róst henni fyri hennara avrik á Sjómansskúlanum, men sum í sama andadrátti hava sagt, at teir høvdu farið av, um ein kvinna var skipari, tí tað heilt einfalt ikki kann lata seg gera at sigla undir einum kvinnuligum skipara.
Lena tekur tó ikki hesar útsøgnirnar serliga tungt ella stoytandi.
? Tað er nakað forferdiligt vrøvl, tí kvinnur eru minst líka dugnaligar sum menn, slær hon fast og leggur ivaleys afturat, at fekk hon møguleikan, so tók hon av.
Eg gangi bara í skúla
At tað er sjáldsamt, at ein kvinna tekur skipsføraraútbúgving hevur Lena merkt ofta. So ofta, at tá hon varð spurd, hvat hon gjørdi, so svaraði hon bara, at hon gekk í skúla.
Ikki uttan so at fólk spurdu, hvat fyri skúla, segði hon teimum tað.
? Eg tímdi ikki, tí so fór alt prátið bara at snúgva seg um tað. Hví eg hevði valt tað og so framvegis, sigur hon lítillátin.
At ganga í flokki saman við bara mannfólki, hevði Lena onki ímóti. Hon sigur, at tað hevur sínar avgjørdu fyrimunir.
Flokkurin hjá henni var fyrimyndarligur, og samanhaldið var sera gott. Ongantíð merkti hon nakað til, at tað varð gjørdur munur á, tí hon var konufólk, og tað heldur hon er deiligt.
Men hon viðgongur, at viðhvørt kundi tað vera dekan ov stuttligt bara at práta um skip og bátar.
? Eg haldi, at eg dugi allan skipalistan uttanat, sigur hon flennandi. So gerst hon álvarsom aftur og sigur, at tað góða við mannfólki er, at teir klika seg ikki saman. Ei heldur sita teir og tosa aftan fyri ryggin á hvørjum øðrum.
? Mannfólk siga sína meining beint út við hvønnannan, og so er tað úti av verðini. Ikki so fornermisligir sum nógv konufólk eru, sigur hon við einum skeivum smíli.
Ring av sjóverki
Fyri at sleppa á skiparaskúla, krevst siglingstíð. Lena fór við Nærabergi, men tað var ikki júst við tí fyri eyga at fáa siglingstíð til skiparaskúlan.
? Eg hevði slettis ikki gjørt av at fara á skiparaskúla, tá eg fór við Nærabergi, greiðir Lena frá.
Dreymurin um at gerast skipari fánaði eitt sindur, tá hon í 9. flokki fór í starvsvenjing umborð á Tjaldrinum. Hon legðist við sjóverki, og hon minnist ilt aftur á, hvussu ringt tað var. Hetta gjørdi, at hon sló tankan um at gerast skipari út úr høvdinum í eina tíð. Men eftir at hon hevði vant seg við sjólívið við Nærabergi, byrjaði tankin aftur at spíra.
? Eg eri ræðuliga ring av sjóverki, men nú veit eg, hvussu skjótt tað er at venja seg við tað, so tí stúri eg ikki fyri longur, sigur hon og smílist.
Aftaná knapt tvey ár við Nærabergi hevði hon fingið neyðugu siglingstíðina, og hon byrjaði so á sjófartsskúla í Klaksvík.
Dugnalig
Lena er ein dugnalig kvinna. Hon hevur klárað hvørt stigið á vegnum til sína útbúgving sum skipsførari við rós. Tað gjørdi hon eisini hesa seinastu ferð. Hon fekk eitt pennasett saman við skipsføraraprógvinum. Afturat tí eigur hon eisini tveir kikarar og barometur og klokku, sum hon fekk frá hinum útbúgvingunum.
Útbúgvingin til skipsførara er long, og nógvar royndir eru. Hvørt hálvár fara tey upp til millum tíggju og trettan royndir. Síðani hon byrjaði á sjófartsskúlanum hevur hon verið upp til nærum 60 royndir tilsamans. Ongantíð dumpaði hon nakra roynd, og miðaltalið á prógnum talar fyri seg um, hvussu dugnaliga kvinnu vit her tosa við.
? Eg haldi, at hendan útbúgvingin hóskar sera væl til mín, tí mær dámar so øgiliga væl støddfrøði. Og tað er nógv støddfrøði í útbúgvingini. Sjálvandi eru eisini aðrar lærugreinar, men so nógv mest støddfrøði, greiðir Lena frá.
Hon ætlar sær fyrst og fremst at fáa vinnubrævið nú. Til tað krevst siglingstíð við einum farmaskipi, men hon veit ikki, hvussu lætt tað er at fáa tað í Føroyum í dag. Men hon fer so at leita, tá høgtíðin er farin afturum.
Lena valdi tilvitað at fara allan vegin til skipsførara, tí hon hevur ikki ætlanir um at sigla restina av sínum lívi. Tað kann eisini vera torført hjá einari kvinnu eftir at hon hevur fingið børn, men tað er ikki aktuelt fyri Lenu Sivertsen fyribils.
Hon sigur, at hon kundi væl hugsað sær at ført eitt bingjuskip ella ferðamannaskip, men kemur so aftur inn á hetta, at hon eisini kundi hugsað sær at ført eitt føroyskt fiskiskip.
? Tað er spenningurin við, hvussu fiskiskapurin eydnast, sum er so lokkandi við einum fiskiskipi, men sum sagt, so tori eg ikki at gera mær nakrar stórvegis vónir um at gerast skipari á einum føroyskum fiskiskipi, sigur Lena Sivertsen, nýklakti skipsførarin, úr Norðdepli.