Fyrrverandi umboðsmaðurin hjá Lenu Andersen, Richard Ogden, flytur nú til Brasilia og tí hevur Lena valt at fáa sær eitt nýtt umboðsfelag, Thompson Management í Kanada. - Vit eru farin víðari í besta forstáilsi við Richard. Hann hjálpir okkum framvegis við ymsum og var eisini og lurtaði við live agenti í Bretlandi, tá Lena spældi til flaggdagshald í London. Men vit halda fjarstøðan gerst ov long, nú hann flytur til Brasilia, har kona hansara er frá. Lena var í roynd og veru tann einasti artisturin Richard var umboðsmaður fyri, sigur Niclas Johannesen, gittarleikari og maður Lenu.
Richard Ogden arbeiðir nú bert við at booka nøvn, sum Roxy Music, Van Morrision, Rod Stewart og onnur til konsertir runt í Evropa. Nýggja kanadiska umboðsfelagið hevur fylgt Lenu leingi. Tey bjóðaðu seg fram, tá tey frættu, at Lena møguliga fór at hyggja aðrar vegir.
- Vit hava eisini hug at fokusera meira upp á Norðuramerika aftur og tí passar nýggja samstarvið okkum perfekt, sigur Niclas.
Í løtuni arbeiðir umboðsfelagið hjá Lenu við at fáa í lag útgávusáttmálar kring heimin fyri hesa fløguna. Men Niclas vísir á, at hetta ikki hevur skund.
Nýggja umboðsfelagið hevur m.a. fingið í lag konserferðina hjá Lenu sum upphiting fyri Xaier Rudd, ið felagið eisini umboðar.