Fríggjakvøldið 22.apríl verður konsert við Lenu Andersen og Roar Amundsen í Leikalund í Klaksvík.
Lena Anderssen er ein av okkara mest elskaðu sangarum og sangskrivarum. Lena hevur síðani seinnu helvt av nítiárunum verið virkin á konsertpallum bæði í Føroyum og uttanlands, og hennara konsertir og fløgur hava fingið óteljandi frálík ummæli og prísir. Hon hevur eisini verið á konsertferðum við navnframum nøvnum sum Roxy Music, Beth Hart og Xavier Rudd.
Lena hevur givið út tríggjar fløgur “Long Distance” (1998), “Can’t Erase It” (2004) og “Let Your Scars Dance”, ið var kosin ársins fløga í Føroyum í 2007 av bæði Planet Awards og lesarunum hjá Dimmalætting.
Tónleikurin hjá Lenu er brúktur í fleiri amerikanskum sjónvarpsrøðum. Teirra millum kunnu nevnast “Scrubs”, “Miami Social” og “Nikita”.
Lena var í 2009 kosin “Female Vocalist Of The Year” av heimsins størsta grasrótstónleikafelagsskapi Just Plain Folks.
Nýggj fløga við Lenu verður á markninum í summar.
Roar Amundsen er eitt kent navn innan fólka- og popptónleikaraheimin í Danmark. 22.apríl kann hann upplivast í Klaksvík á fyrsta sinni.
Roar Amundsen gav í november 2010 út fløguna Måneskitser. Tónleikurin á fløguni ber brá av íblástri frá m.a. Sebastian, Alberte, Teitur, The Beatles og CV Jørgensen. Lagið "Kamel Kamel" hjá Roar Amundsen hevur verið nógv spælt á DR P4 í ár.