Lea Kampmann og Teitur við tónleikafilmi um sorg, seinferð og klovning
Lea Kampmann gav í septembur út fløguna, Seinferð (’Slowmotion’), framleidd av Teiti Lassen. Í samband við útgávuna víðkar Lea Kampmann nú sín tónleikaliga heim við einum bergtakandi tónleikafilmi, ið hevur frumsýning í Havnar Bio tann 9. novembur 2024.
Seinferð er tónleikafilmur hjá Leu Kampmann. Filmurin er ein live sessión, ið er tikin upp í Føroyum. Hon rúmar seks sangum av útgávuni hjá Leu, Seinferð, ið kom út í septembur 2024. Í filminum framførir Lea sangirnar akustiskt, einans við gittara, á seks støðum í Føroyum, ið hava serstakan týdning fyri hana og hennara sangskriving.
Filmurin er ein liveupptøka gjørd í Føroyum og er ein samanseting av seks løgum frá nýggju útgávuni hjá Leu Kampmann. Upptøkurnar eru gjørdar á seks ymiskum støðum í Føroyum, ið hava ein serligan týdning fyri Leu og hennara sangskriving. Vit vitja m.a. í stovuni hjá ommuni og á fleiri vøkrum støðum í stórligu føroysku náttúruni, t.d. Fjallavatn, Vestmanna og Søltuvík.
Í slagi leggur filmurin seg eitt stað millum stuttfilm og long-form tónleikasjónbandalag, har live sessiónin gevur pláss fyri friðarligum framburði, skerandi inniligleika og einum serstakum, vøkrum ljóðspori, sum letur kenslurnar koma út á skinnini. Filmurin er miksaður í surroundljóði, ið styrkir upplivingina av at sita miðskeiðis í føroysku náttúruni til eina trúnaðarkonsert við Leu.
##med2##
Um tiltakið:
Eftir sýningina verður eitt stutt tónleikainnslag við Leu. Síðan mynda evnini í filminum karmar um eina samrøðu um sorg, nærveru og tvíbýttu kensluna, tað kann vera, at hoyra til fleiri enn eitt stað. Her fer Lea saman við filmsmyndamanninum og leikstjóranum, Asger Borberg, og ljóðmeistaranum, Atla Arnarsson, at greiða frá, hvussu filmurin varð til, og um tær hugsanir um mentanarligar og listaligar dynamikkir í ríkisfelagsskapinum, sum komu til sjóndar í upptøkunum (Hetta er íroknað í atgongumerkinum).
Longdin á tiltakinum er 60-70 minuttir.
Vón um at bróta niður mentanarligar, máliskar og tónleikaligar forðingar:
Við útgávuni, Seinferð, var tað fyrstu ferð, at Lea Kampmann gav tónleik út á sínum egna máli. Hon ynskir, bæði við fløguni og filminum, at vera við til at bróta málmúrin millum Danmark og Føroyar og byggja eitt sterkari band millum londini – mentanarliga, málsliga og tónlistarliga.
Lea Kampmann er troytt av at fáa spurningin, "Ert tú hollendsk?", tá hon tosar føroyskt í Danmark. Hóast Lea hevur búð í Danmark, síðan hon var fimm ár, kennir hon eina fremmandgering, tá hon tosar sítt móðurmál. Í Føroyum kann hon hinvegin frítt tosa bæði danskt og føroyskt – og verða skild. Danskt er jú longu frá 3. flokki ein týðandi partur av skúlanáminum í føroyska fólkaskúlanum. Í Danmark er føroyskt hinvegin ikki partur av skúlanáminum.
Lea Kampmann ynskir, bæði við síni fløguútgávu og við filminum, at breiða kunnleikan um føroyska málið og mentanina út til Danmark og restina av heiminum. Fyri Leu hevur samstarvið við onnur norðuratlantisk tónleikanøvn verið styrkjandi, tí hon gjøgnum tey hevur hitt onnur, ið eisini syngja á sínum móðurmáli. Hetta hevur hjálpt henni at finna dirvi at skriva og syngja á sínum egna máli og síggja, at vit hava nógv meira til felags tvørtur um landamørk enn vit ofta vita.
Fyri Leu Kampmann er Seinferð ein ferð aftur til røturnar og ein máti at knýta seg at heimlandinum.
Stað: Havnar Bio
Nær: Tann 9. novembur kl. 20.00. Tiltakið varar í 60-75 minuttir.
Endamálið er at eggja fleiri skapandi røddum at kanna sambandini í Norðuratlantshavi og vera opin fyri teimum óvissum, spurningum og spenningum, ið tey kunnu føra við sær.