Lesandi á Glasi Hægri Nám á vitjan hjá borgarstjóra á Gran Canaria

Endamálið við ferðini er, at læra meir um tænastuvinnuna í Gran Canaria.

Týsdagin fóru 13 ung fólk, sum lesa tænastubúskap á Glasi Hægri nám, við Atlantic Airways á verkætlanarferð í Gran Canaria. Endamálið við ferðini er, at læra meir um tænastuvinnuna í Gran Canaria.

 

Tænastuvinnan er høvuðsvinnugrein á Gran Canaria. Á ferðini fara tey lesandi at vitja gistingarhús, matstovur og aðrar fyritøkur, sum fáast við ferðafólk. Í dag vóru tey boðin á fund við Concepción Narváez Vega, borgarstjóranum í Maspalomas, og Inés Rodríguez, ráðgeva innan ferðavinnu, skrivar torshavn.fo.

 

Á fundinum greiddi borgarstjórin frá virkseminum í kommununi. Ráðgevi hennara tosaði um ferðavinnuni í Maspalmas og hvussu fyritøkurnar høvdu hórað undan, nú kovid hevur rakt sera meint. Eisini tosaði hon um, hvussu tey brynja seg til framtíðina.

 

Tey lesandi høvdu eina heilsan og eina flotta myndabók við frá Heðin Mortensen borgarstjóra í Havn, veit torshavn.fo at siga.

 

Á myndini eru frá vinstru: Gunnleyg Mikkelsen, Fríða Weihe, Ruth Margaret Absalonsen, Jákup Bech Jensen, samskipari, Bjørk Svabo Eyðfinnsdóttir, Inés Rodríguez, Hildur Joensen, Beata Leifsdóttir Skaalum, Concepcion Narvaez Alcaldesa, Hjørdis Harryson, Jákup Nónfjall, Gunnar Sørensen, Jelena Radinovic-Panic, Jónleyg Joensen, Karl Marius Dahl, Guðrun Marna Eyðfinsdóttir