Lestrarmørkini kámast

Heili 45 føroyingar byrjaðu á lærustovni uttanfyri Norðanlond við lestarbyrjan 2004/05, og hetta er met. Ein høvuðsorsøk til, at fleiri og fleiri føroyingar velja at lesa uttanfyri Norðanlond er útbúgvingarstevnan, Markleys útbúgving, sum millum annað kunnar um mongu lestrartilboðini uttan fyri Norðanlond

Holger Arnbjerg og Altjóða Skrivstovan leggja nú aftur til brots við árligu útbúgvingarstevnuni, Makleys Útbúgving. Endamálið við stevnuni er fyrst og fremst at gera føroyingar, ið ætla sær undir lestur, meira tilvitaðar um mongu lestrartilboðini, sum eru uttanfyri Norðanlond.
Arbeiðið hjá Holger Arnbjerg og Altjóða Skrivstovuni hevur eftir øllum at døma borið ávøkst, tí talið av føroyingum, ið lesa uttanfyri Norðanlond, økist á hvørjum ári. Til lestrarárið 2004/05 byrjaðu heili 45 føroyingar at lesa uttanfyri Norðanlond, og tað er met. Ein av høvuðsorsøkunum til broytta lestrarmyntrið er útbúgvingarstevnan, Markleys útbúgving, sum í ár verður hildin í døgunum 26. og 27. januar.

Exit Norðurlandahúsið
Altjóða Skrivstovan spenti bogan høgt í fjør, tá Markleys Útbúgving stóð fyri durum. Karmurin var stásiliga Norðurlandahúsið og umleið 40 útlendskir lærustovnar funnu leiðina til Føroya at greiða lestrarfúsum føroyingum um síni tilboð. Útbúgvingarstevnan í fjør var ómetaliga væl vitjað,og eini 800-900 fólk kunnaðu seg um mongu lestrarmøguleikarnar í Norðurlandahúsinum.
Í ár er blussið eitt sindur lægri.
-Eftir stevnuna í fjør høvdu vit eina eftirmeting av stevnuni, og vit vóru á einum máli um, at vit áttu at koma betur út til næmingarnar á skúlunum. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at fáa meira burturúr teimum kreftum, vit fáa hendavegin, og tískil hava vit gjørt av, at stevnan í ár verður flutt frá Norðurlandahúsinum til miðnámsskúlarnar á Kambsdali og í Hoydølum, fortelur Holger Arnbjerg.
Sammett við útbúgvingarstevnuna í fjør verður stevnan í ár eisini øðrvísi skipað. Í fjør vóru lærustovnarnir í teimum ymisku londum sjálvir umboðaðir, men soleiðis verður ikki í ár. Altjóða Skrivstovan hevur í ár lagt høvuðsdentin á at fáa so mong lond umboðað sum gjørligt, heldur enn at bjóða einstøkum lærustovnum.
-Tað er nærum vónleyst at vita, hvørjir lærustovnar skulu við, og tí hava vit valt ein øðrvísi leist, har tær ymisku tjóðirnar verða umboðaðar av vegleiðarum. Vit hildu, at tað var skilabetri at fáa eina meira generella vegleiðing heldur enn at lova teimum ymisku lærustovnunum fram at, greiðir Holger frá.
Hann leggur afturat, at møguleiki verður fyri at hitta teir ymisku vegleiðararnar á máli aftaná teirra fyrilestur, og tá er lag á manni at spyrja meira ítøkiliga um teir ymisku lærustovnar í landinum, sum vegleiðarin einaferð umboðar. Londini, sum verða umboðað á Markleys útbúgving eru: Stóra Bretlandi, Danmark, Noreg, USA, Avstralia, Týskland, Finland, Svøríki, Fraklandi, Italia og sjálvsagt Føroyum.

Málskeið
Tá Altjóða Skrivstovan fór undir sítt virksemi fyri nøkrum árum síðan var høvuðsendamálið hjá stovninum at fáa føroyingar at lesa uttanfyri Norðanlond. Hetta endamál er longu rokkið. Fyri nøkrum fáum árum síðan vóru bert 20 føroyingar, sum lósu uttanfyri Norðanlond, meðan samlaða talið í dag er heili 95. Av teimum 95 føroyingum lesa góð 90% í einum enskttalandi landi.
Nú vil Altjóða skrivstovan virka fyri, at lestraráhugaðir føroyingar velja onnur lestrarlond enn tey enskttalandi. Hetta skal millum annað tryggjast við at lata teimum lesandi stuðul til sonevnd málskeið, áðrenn farið verður undir sjálvan lesturin.
-Vinnulív í Føroyum ger okkum javnan vart við, at tey ynskja fólk, sum duga onnur mál enn bert danskt og enskt, og tí er næsta málið at eggja føroyingum at lesa í eitt nú Italia, Týsklandi ella Fraklandi. Hetta gera vit millum annað við at lata stuðul til málskeið upp til eitt hálvt ár, áðrenn sjálvur lesturin byrjar, sigur Holger Arnbjerg.
Stuðulsskipanin til málskeið varð sett í verk undan lestrarárinum 2004/05, og nakrir føroyingar hava longu gjørt sær dælt av møguleikanum. Stuðulin, sum verður veittur til málskeiðini, er í mesta lagið 20.000 krónur til livikostna og 20.000 krónur til lærustovnin.
Markleys Útbúgving 2005 verður á miðnámsskúlanum á Kambsdali mikudagin tann 26. januar, og á miðnámsskúlanum í Hoydølum hósdagin tann 27.januar.