Letur barnagarð upp til várs

Arbeitt verður við eini ítøkiligari ætlan um at gera barnagarð til børn hjá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum

 

BARNAGARÐUR

Gongst eftir vild letur Landssjúkrahúsið ein barnagarð upp tíðliga í komandi ári. Fyrst í hesum árinum gjørdi Landssjúkrahúsið eina kanning millum starvsfólkini á stovninum um, hvussu nógv teirra tørvar stovnspláss til børn teirra. Úrslitið av kanningini, sum 250 starvsfólk svaraðu uppá, vísir, at í minsta lagi 30 teirra hava tørv á stovnsplássi her og nú.

- Akutti tørvurin er ivaleyst størri, tí kanningin sigur einki um tey, sum høvdu tikið av starvi á Landssjúkrahúsinum, um tey fingu børnini ansað, eitt nú starvsfólk sum koma aðrastaðni frá, sigur Jóannis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri.

Kanningin vísir eisini, at eini 60 foreldur høvdu tikið børn síni úr stovninum, tey brúka í løtuni, um Landssjúkrahúsið skipar ein stovn, ið hevur opið alt døgnið. Landssjúkrahúsið hevur møguleika at seta reglur fyri, hvussu nógv pláss stovnurin vil hava standandi tøk, til eitt nú starvsfólk, sum koma úr øðrum londum at arbeiða á Landssjúkrahúsinum styttri og longri tíðarskeið.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum arbeiðir í løtuni við ymiskum loysnum, soleiðis at ein barnagarður verður veruleiki nakað skjótt. Ein hóskandi bygningur er inni í myndini. Hendan eigur Almanna- og heilsumálastýrið, men sjúkrahússtjórin vil ikki upplýsa, hvør bygningur er talan um, fyrr enn ymisk viðurskifti eru fingin uppá pláss. Tórshavnar kommunu hevur kannað bygningin og góðkent hann til barnagarð. Mett verður, at tað fer at kosta umleið 1,7 mió. krónur at byggja hann um til barnagarð, og verður hendan upphæddin játtað á næstu eykajáttan, sum kemur fyri tingið í oktober, verður farið til verka beinanvegin.

- Umbyggingin fer helst at taka einar fýra mánaðir frá tí pengarnir eru játtaðir, sigur Jóannis Erik Køtlum.

Landssjúkrahúsið rindar 80 prosent av íløguni í stovnin meðan Tórshavnar býráð rindar 20 prosent. Raksturin rinda kommunan og foreldrini í felag.