Stjórin í Kaupthing Føroyar, Petur Holm, sær stórar møguleikar í einum møguligum komandi føroyskum virðisbrævamarknaði.
- Hetta fer at geva føroysku virkjunum aðrar og størri møguleikar, tá peningur skal savnast til eina nýggja verkætlan, men samstundis fer hetta eisini at seta heilt onnur krøv til virkisleiðslurnar runt um í landinum.
Stórir møguleikar
Fyri at taka møguleikarnar fyrst, so vísir Petur á, at virkini í dag so at siga bert hava ein møguleika, tá farast skal undir nýtt virksemi, ella um talan er um nýggjar verkætlanir.
Peningur kann lænast frá peningastovnunum, og hesum skal sum kunnugt latast renta av. Møguleiki er sjálvandi eisini fyri at peningur verður skotin í virksemið, men í flestu førum er tá talan um nakrar fáar einstaklingar, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til virki.
Við einum virðisbrævamarknaði lata heilt nýggir møguleikar seg upp, tí møguligu íleggjararnir gerast tá nógv fleiri í tali, og peninganøgdin, sum kann setast í ætlanirnar, verður tá eisini samsvarandi størri.
Eisini verður hetta ein møguleiki hjá fleiri einstaklingum, at relisera ein part av virðum sínum, um hugur er til tess, umframt at størri møguleikar verða fyri, at virki skifta hendur.
Viðvíkjandi hesum seinasta vísir Petur millum annað á dømi, har ein fyritøka hevur verið ein familjuogn í langa tíð, kanska gjøgnum fleiri ættarlið. Um so eingin er at taka yvir, tá verandi stjórin ætlar sær at gevast, fella hesar fyritøkar ofta niðurfyri, ella verður onkur í familjuni møguliga noyddur at fara í eitt starv, sum viðkomandi í veruleikanum ikki ynskir.
Við nýggja marknaðinum er tá ístaðin møguleiki at selja øðrum fyritøkuna til marknaðin, ístaðin fyri sjálvur at skula leita sær eftir keypara. Er talan um eina sunna fyritøku, skulu keypararnir nokk koma av sær sjálvum, vísir Petur Holm á.
Hugburðsbroyting
Skulu virkini fáa gleði av hesum møguleika er tó í nógvum førum neyðugt við eini hugburðsbroyting hjá virkisleiðslunum í landinum.
- Tað kann t.d. vera torført hjá leiðsluni í eini fyritøku at ásanna, at tað kann vera ein fyrimunur at fáa fleiri partaeigarar, tá virkið í kanska langa tíð hevur verið ogn hjá einum og sama persóni. Ilt kann tá vera at góðtaka, at ein partur av avgerðarrættinum verður fluttur av egnum hondum, men uttan at generalisera øll virki, kann hetta í ávísum førum virka til at skapa eitt kapitalgrundarlag, sum er neyðugt, um t.d. ein nýggj verkætlan skal realiserast.
Harumframt vísur Petur Holm á, at krøvini til eitt virki, sum fer aktivt inn á marknaðin, verða nógv størri enn tey eru hjá einum partafelagið í dag.
Íleggjararnir hava eitt nu krav um at verða kunnaðir um tað, sum fyriferst í virkinum. Eisini møguliga komandi íleggjarar, og tí eiga allar ætlanir virkisins at verða fráboðaðar marknaðinum, áðrenn hesar verða førdar út í verk. Í nógvum virkjum er støðan í dag annars soleiðis, at sum minst verður greitt frá, hvørjum ætlanum arbeitt verður við.
Økt kappingarkrav
Harumframt kemur, at tá uttanhýsis íleggjarar eru við í virkinum, verða harðari krøv sett til kappingarføri hjá virkinum.
Petur vísir á, at í dag munnu nógvar leiðslur vera nøgdar, um virki stendur seg í kappingini, og møguliga eisini fær konsoliderað seg, so nakað verður at standa ímóti við. Nýggju íleggjararnir krevja tó eisini sítt, og tí verður kravið um inntjening størri, tí virki umframt áður galdandi krøv, eisini skal vinna pening inn til eigararnar.
Sum nevnt, so metir Petur, at ein hugburðsbroyting er neyðug, tá ella um virðisbrævamarknaðurin verður veruleiki.
Hann tykist tó sannførdur um, at fyrimunirnir og møguleikarnir í eini slíkari skipan eru so nógv størri enn teir vansar, sum hetta inniber, og at hetta upp á longir sikt verður mennandi fyri føroyskt vinnulív.