Týsdagin fór 84 ára gamla havnarkvinna, Sofía Jacobsen aftur at fiska laks á Leynavatni.
Hóast væl var roynt og agnið var gott, eydnaðist tað ikki henni at fanga nakran laks henda seinnapartin, eins og greitt varð frá í Sosialinum hósdagin.
Í greinini nevndi henda laksadrotningin, at hon og ein ommusonur ætlaðu sær á sama stað leygardagin.
Kanska fiskieydnan varð betri henda dagin. Og so varð!
Saman við ommusoninum var hon á staðnum, og hesaferð var fiskieydnan við teimum: Hon fekk ein rættiliga stóran laks.
Hesin vigaði 15 pund og var 92 sentimetrar langur, og er størsti laksurin hon hevur fingið í summar.
Teir báðir undanfarnu vigaðu ávikavist 5 og 9 pund, og vóru 60 og 73 sentimetrar langir.
Jú, sanniliga er hon laksadrotning okkara!