Leygardagin kenna vit HM-mótstøðuliðið hjá Føroyum

HM-undankappingardystirnir vera leiktir millum 6. og 12. mai

Leygardagin klokkan 12 hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF lutakast til triðja og endaliga undanumfarið til HM-endaspælið í manshondbólti í januar í 2025, ið verður leikt í Noregi, Danmark og í Kroatia. 

 

Føroyar eru millum tey 22 evropeisku liðini, ið skulu kappast um at vinna seg til HM-endaspælið.

 

Vit eru í potti 2, og vit skulu spæla ein heimadyst og ein útidyst móti einum liði úr potti 1 um rættin at taka lut í HM-endaspælinum um eitt ár. Dystirnir vera spældir millum 6. og 12. mai. 

 

Liðini í Potti 1 eru: 

Slovenia, Ungarn, Portugal, Eysturríki, Ísland, Niðurlond, Spania, Montenegro, Kekkia, Póland og Norðurmakedonia.

 

Liðini í Potti 2 eru: 

 

Georgia, Serbia, FØROYAR, Sveis, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina, harumframt vinnararnir av hesum play-off dystum, sum verða leiktir í mars mánaði Slovakia – Ísrael, Estland – Ukraina, Belgia – Italia og Finnland – Litava.