Seinastu nátt vóru fólkini í býnum í Havn ikki ill í sær, og einki frættist um ófrið.
Ovfarakæti var á fólki, og ein ungur maður leyp í kæti á sjógv í Vágsbotni.
Hann varð fingin upp aftur beinanvegin og koyrdur heim at skifta og at fáa hitan í seg aftur.
Annars fekk politið fleiri klagur um, at tað í privatum veitslum varð tónleikurin spældur í so hart.