Leysari enn stuðulsflokkarnir

? Míni viðurskifti við stjórnina verða enn leysari enn tey hjá SF og Eindarlistanum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini vísir aftur tíðindunum í TV3 í gjár um, at hann longu hevur brotið síni vallyfti

? Tað passar als ikki, at eg havi brotið míni vallyfti, sigur Jóannes Eidesgaard, nú danska sjónvarpsrásin TV3 í gjár bar tey tíðindi, at Jóannes Eidesgaard við ikki at vilja fella javnaðarstjórnina hevði brotið síni vallyfti.

Danska sjónvarpsrásin viðgjørdi í tíðindasendingini í gjár støðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og støðuna hjá Jóannesi Eidesgaard. har var m. a. borið fram, at Jóannes Eidesgaard í øllum valstríðnum hevði borið fram, at hann vildi fella eina javnaðarstjórn.

Men soleiðis er ikki, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur tað vera sera óheppið at ein so stór stjónvarpsrás sum TV3 ber slík tíðindi uttan so mikið sum at hava spurt hann.

Í komandi viku fer Jóannes Eidesgaard til Danmarkar at hitta Poul Nyrup Rasmussen og tá fara teir at tosa um viðurskiftini.

Spurdur um støðan hjá Jóannesi Eidesgaard fer at líkjast støðuni hjá SF og Eindarlistanum, sum hava leyslig viðurskifti við stjórnina, sigur Jóannes Eidesgaard, at støðan hjá honum verður enn leysari, enn støðan hjá stuðulsflokkunum hjá donsku stjórnini