Úlfur Hjörvar farin

Sunnudagin 9. november doyði føroyavinurin og íslendingurin, Úlfur Hjörvar, í heimi sínum í Keypmannahavn. Úlfur varð borin í heim í Reykjavík 22. apríl 1935.

Úlfur hevur skrivað og týtt ein hóp av verkum og fingið tey útgivin á íslendskum ella flutt í útvarpi ella á leikpalli heima í Íslandi. Hann týddi bæði leikrit, skaldsøgur og yrkingar úr nógvum ymiskum málum til íslendskt. Nevnast kunnu verk eftir Knut Hamsun, Tony Morrison, Karen Blixen, Poul Vad, Dario Fo, Sam Shepard, og William Heinesen Úlfur skrivaði sjálvur leikrit og stuttsøgur. Í 2002 gav hann út stuttsøgusavnið ”Sjö sögur”.


Árini 1999-2005 búði Úlfur í Havnini, meðan konan, Helga, var stjóri í Norðurlandahúsinum. Árini í Føroyum lærdi Úlfur seg føroyskt og kunnaði seg væl um føroysk viðurskifti m.a. serliga um nýggjar føroyskar bókmentir. Úlfur hevur hesi seinastu árini týtt fleiri føroysk verk til íslendskt eitt nú verk eftir Oddvør Johansen, Jóanes Nielsen og onnur.


Úlfur Hjørvar verður jarðaður úr Dómkirkjuni í Reykjavík fríggjadagin 21. november kl. 15.