Várið er komið, grasið grønkast og tað gongur aftur móti ljósari tíðum. Men júst sum vit skuldu fara at gleðast um alt hetta, andaðist liðfelagi og vinkona okkara Inga Falkvard Danberg eftir stutta sjúkralegu, bert 32 ára gomul.
Vit standa eftir spyrjandi. Hví skuldi hetta lívsglaða, hugagóða, sterka og skemtingarsama menniskja, sum hevði so nógv at liva fyri, takast burtur higani? Burtur frá øllum teimum, sum hon var so góð við, og sum hon hevði so nógv gott at geva. Hví kundi hon við øllum sínum eginleikum ikki sleppa at liva og njóta lívið, sum hon var so glað fyri? Tað er so óveruligt. Tað sýnist sum ein syrgiligur og endaleysur filmur. Vit skilja tað ikki.
Eru komnar at kenna Ingu gjøgnum hondbóltin, og eru ernar at hava kent hana og spælt á sama liði sum hon í Neistanum. Inga var liðførari hjá okkum. Og hon var liðførari í orðins sanna týdningi. Hon var slóðbrótarin á liðnum, og í hennara verð var eingin dystur taptur, fyrr enn seinasta sekundið var farið. Inga setti stór krøv til sínar viðleikarar, men hon kravdi upp aftur meira av sær sjálvari. Gekk altíð á odda og stríddist meira enn nøkur onnur á liðnum. Inga var ein vinnari, var bara nøgd við tað besta, og við 6 talinum á troyggjuni átti hon sín stóra lut í mangum sigri og meistaraheiti, sum tað eydnaðist at føra í hús.
Inga gekk upp í hondbóltin av heilum huga. Tað kom henni ikki so frægt sum til hugs ikki at møta til venjing. Sama hvussu nógv hon hevði um at vera, so kom hon at venja. Men tá veljast skuldi millum hondbólt og Mykines, so valdi Inga hondbóltin frá, um ikki okkurt heilt serligt var á vási. Á hvørjum ári gjørdi hon okkum greitt, at hon var ikki tøk til ólavsøkudyst og heldur ikki í heystfrítíðini, tí tá var hon í Mykinesi saman við familjuni. Mykines var eitt og alt hjá Ingu. Tað var ikki av tilvild, at myndin á sangheftinum til jarðarferðina hjá henni var úr Mykinesi. Hatta var Inga. Rokalig, í stórum gummistivlum og við ryggsekki uppi á Knúki. Har hevði hon tað gott. Úti í náttúruni millum fugl og seyð, sum henni dámdi so væl at fáast við.
Inga var eitt lívstykki, sást og hoyrdist, alla staðni har sum hon var. Hevði úr at gera hvønn einasta dag, altíð var hon á veg til eitt ella annað. Tað er bara at koyra á, plagdi hon at siga. Og hjá henni var einki óført. Alt bar til. Hon var mitt í rokinum, tá skipast skuldi fyri tiltøkum og veitslum, og altíð var hon til reiðar at lata hús, tá vit skuldu hittast. Minnast tónleikin, dansin og serliga láturin. Jú, mangar og stuttligar hava løturnar verið í hugnaligu húsunum við Hoyvíksvegin.
Heldur ikki hjá Thomas Dam, ítrótti, har Inga starvaðist síðani miðskeiðis í nítiárunum, lá hennara partur eftir. Hon gjørdi sítt arbeiðið til lítar og meira afturat. Við henni hava tey mist ein góðan og álítandi starvsfelaga. Hon hevði sera stóra ábyrgdarkenslu fyri arbeiðsplássinum, og fráverudagarnir munnu hava verið fáir hesi árini, meðan hon arbeiddi har. Eisini eftir at hon fekk at vita, at hon var sjúk og at neyðugt var við kanningum bæði í Føroyum og Danmark, so royndi hon altíð at leggja tað soleiðis til rættis, at hon var minst møguligt burtur frá arbeiðnum. Somuleiðis var tað kærkomið hjá okkum á hondbóltsliðnum at hava Ingu at fara inn til í ítróttarhandlinum í gongugøtuni. Hon visti alt, sum var vert at vita um hvønn skógv og hvørt plagg í handlinum, og samstundis fingu vit okkum eitt prát og kunnaðu hvønn annan um tað nýggjasta nýggja.
Á páskum í fjør fekk Inga boðini um, at hon varð rakt av herviligari sjúku. Hon varð løgd undir skurð og í juni mánaði komu gleðiboðini um, at hon var frísk. Inga kom beinanvegin aftur at venja, mentist í hvørjum og við eyðkenda stríðsvilja sínum kom hon aftur á 1. liðið síðsta heyst. Men júst sum vit kendu okkum sannførdar um, at hon fór at basa sjúkuni heilt, vóru aftur boð eftir henni. Minnast túrin í Vági í januar í ár, tá hon við stríði og strevi var við til at fáa stig við aftur til Havnar. Ikki grunaði nakar okkara, hvussu illa sjúk hon var, men bara viku seinni fekk Inga boðini, sum eingin ynskir at fáa. So óveruligt, at hetta sterka menniskja skuldi gerast so sjúkt. Og hóast, tá tað gjørdist greitt, at hendan seinasta dystin fór hon ikki at vinna, so var Inga sterk og var tað hon, sum uggaði okkum.
Góða Inga, við tær hava vit mist eina góða vinkonu og ein góðan liðfelaga. So óskiljandi og órættvíst, at tú, sum tímdi so væl at liva, ikki fekk møguleikan at vera her hjá døtrunum, manninum, foreldrunum, beiggjanum, ommuni og øllum hinum, sum vóru so góð við teg.
Tú hevur lært okkum nógv hesi ár, og er hetta ein góð barlast til at halda fram, hóast tað kennist svárt. Tú minti okkum á, at vit skulu ikki taka alt sum eina sjálvfylgu, men heldur steðga á og gleðast um, at vit frísk lata eyguni upp hvønn morgun.
Saknurin eftir teg er stórur, men saknurin man kennast størst hjá familjuni, tí eisini har vart tú sambindingarliðið. Orð eru so fátøk, men mugu øll tey góðu minnini um teg styrkja okkum øll í stóru sorgini.
Hvíl í friði góða Inga, tú fert altíð at eiga eitt stórt pláss í hjørtum okkara.
Neistakvinnurnar