Um vikuskiftið spældi danska felagið Brøndby seinasta dystin í ár. Nú fara spælararnir í feriu í fimm vikur, áðrenn fyrireikingarnar til seinnu hálvu av superliguni byrja aftur. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Brøndby í ár, og liðformaðurin Per Nielsen ætlar sær at halda fullkomiliga frí frá fótbólti næstu tíðina.
- Nú havi eg fingið feriu, og tað eri eg glaður fyri. Eg ætli mær ikki at hugsa ella tosa um fótbólt næstu fimm vikurnar, sigur 33 ára gamli Per Nielsen við bold.dk