Óli Johannesen telist millum teir royndastu spælararnar á fótbóltslandsliðnum, og hann ætlar sær at verða við í næstu undankapping, har nýggjar og spennandi avbjóðingar eru fyri framman.
Tað ber altíð til at ynskja sær eitt betri lutakast, men tað kundi eisini spælt nógv verri av. Tað verður strævið at fara til Georgia og Ukraina at spæla, men dystirnir ímóti Fraklandi og Italia eru sera spennandi uppgávur, sigur Óli Johannesen.
Eg hevði sum nógv onnur ynskt mær at fingið Ongland í okkara bólk, men Frakland og Italia er eisini sera gott. Vit hava ongantíð roynt okkum ímóti Italia áður, og tað er altíð spennandi at spæla ímóti eini tjóð sum Fraklandi, sum telist millum tær sterkastu í heiminum.
Vil hava stig
Ein annar spurningur er, hvussu vónirnar eru hjá føroyska landsliðnum at fáa nakað stig burtur úr næstu undankappingini.
Vit skulu hava okkurt stig, men eg tori ikki at siga, hvussu nógv og ímóti hvørjum vit skulu fáa tey, sigur Óli Johannesen.
Hava vit ein góðan dag, so ivist eg ikki í, at vit kunnu fáa okkurt burtur úr onkrum dysti í hesum bólkinum. Vit skulu so í øllum førum ikki enda á null, sigur hann.