Hann er sonur Hendrik Hammer úr Kinn í Oyndarfirði og Jonu, f. Joensen við Norðskála. Óli varð føddur í Oyndarfirði, har foreldrini búðu tá. Tey fluttu til Havnar, meðan Óli var smádrongur.
Óli er útbúgvin skipsførari og sigldi í nøkur ár úti í verðini hjá reiðarínum ØK. Heimafturkomin gjørdist hann stýrimaður á Dagstjørnuni, sum hoyrdi undir Strandferðsluna tá og síðani undir Vaktar- & Bjargingartænastuna.
Tá Smyril kom til landið í 1975 var ein dani, Mecklenburg nevndur, skipari teir fyrstu mánaðirnar. Hann hevði verið skipari frammanundan á Morten Mols, sum skipið æt í Danmark. Stýrimenn vóru Alfred Jacobsen úr Hósvík og Óli Hammer. Tá Mecklenburg fór aftur til Danmarkar, vórðu báðir stýrimenninir settir í starv sum skiparar.
Umframt at sigla innanoyggja millum Suðuroynna og Havnina og ta fyrstu tíðina eisini til Klaksvíkar, sigldi Smyril uttanlands um summarið til Íslands, Skotlands, Noregs og seinni eisini til Hanstholm í Danmark.
Óli Hammer og Alfred Jacobsen vóru skiparar hesi árini. Í 1983 gjørdi Landsstýrið av, at uttanlandssiglingin skuldi á privatar hendur. Óli Hammer var tá stigtakari til at stovna Pf. Smyril Line, sum keypti svensku ferguna Gustav Vasa. Liðugt umbygd kostaði hon 130 mió.kr, so tað var eitt stórt tak. Fergan, sum var nógv størri og í allar mátar betri enn Smyril, fekk navnið Norrøna og yvirtók rutuna hjá Smyrli. Í fyrstani vóru nakrir fíggjarligir trupulleikar, men felagið megnaði at koma burtur úr teimum og at halda fram við siglingini.
Uppaftur eitt megnartak varð tikið, tá nýggja Norrøna varð bygd fyri útivið 700 mió.kr - størsta einstaka tiltak í føroyskari vinnulívssøgu. Aftur hesaferð var Óli Hammer primus motor. Nýggja Norrøna, sum kom til landið í fjør summar, hevur eisini havt nakrar fíggjarligar trupulleikar. Sum ein rættur vinnulívsmaður hevur Óli gott mót og fellur ikki í fátt. Vónandi - og væntandi - verður vunnið á hesum trupulleikunum eisini.
Óli er giftur við Marthu Weyhe av Selatrað, og tey búgva við Marknagilsvegin í Havn. Tey eiga børnini Hendrik, Annu og Boga. Hendrik er skipari á Norrønu, og Bogi gongur á sjómansskúla.
Føðingardagin er Óli burturstaddur saman við sínum nærmastu.
Hjartaliga tillukku, Óli!
Ása og Finnbogi