Óli Hammer: Roknar við at fara úr nevndini

? Eg eri ikki keddur um at fara úr nevndini. Eg vóni bara, at skilafólk verður valt í nevndina, sigur Óli Hammer, sum væntar at halda fram sum stjóri

 

Fyrst í juni mánaði verður væntandi eykaaðalfundur í Smyril Line, har nevndarval verður á skránni.

Tað verður roknað við, at nevndin verður nógv broytt.

Ein av teimum, sum hevur sitið í nevndini øll árini og sum var við at stovna felagið, er Óli Hammer. Hann roknar við, at hann fer úr nevndini, tá eykaaðalfundur verður í felagnum.

? Tað koma nýggir pengar inn í felagið, og eg haldi tað er púra natúrligt, at hesi feløg vilja hava síni egnu umboð í nevndina, sigur Óli Hammer.

Tú vart við til at stovna Smyril Line og hevur meiri enn nakar annar myndað felagið. Ert tú ikki keddur av at skula úr nevndini nú?

? Nei, tað eri eg als ikki. Eg eri heldur fegin um tað, tí eg havi nóg mikið at gera sum stjóri. Vit koma at hava ein lítla milliard í umsetningi, og tí er ivaleyst at verða stjóri fyri, sigur Óli Hammer, sum roknar við nógvum uppgávum sum stjóri framyvir.


Helst minni nevnd

Smyril Line hevur seinasta hálva árið verið í fíggjarligum vandasjógvi, men støðan í felagnum tykist verða komin í rættlag aftur.

Nýggj feløg og grunnar hava gjørt íløgur í Smyril Line, og hetta skal tryggja, at byggingin av nýggja ferðamannaskipinum kann halda fram sum ætlað.

Men nýggju innskjótararnir vilja eisini hava ávirkan á felagið, sum teir hava sett nógvar pengar í.

Roknað verður við, at nýggj nevnd verður vald í Smyril Line, og tað er eisini sannlíkt, at nevndin verður minni. Í løtuni telur hon sjey fólk.

? Eg kenni einki til, hvat ætlanin er við nevndini, men tað er rættiliga sannlíkt, at nýggj nevnd verður vald, og eg vóni bara, at tað verða skilafólk, sum koma í nevndina, sigur Óli Hammer.

? Tað koma nýggir pengar í felagið, og tað eru teir, sum nú skulu taka avgerðirnar.

15. mai er settur sum evstamark fyri at fáa øll viðurskifti í felagnum uppá pláss. Síðani verður kallað inn til eykaaðalfund, og hesin fundur verður helst fyrst í juni mánaði.