Eli Hentze og Hegga Samuelsen hava kunngjørt hvørjir 11 byrja inn fyri føroyska U21 landsliðið í EM-undankappingardystinum ímóti Finnlandi á Svangaskarði á Toftum. Dysturin byrjar klokkan 17. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. André Olsen verður viðmerkjari.
Føroyska U21 landsliðið ímóti Finnlandi, byrjanaruppstillingin:
Karstin Hansen (M),
Ari Olsen,
Ólavur Niclasen,
Jóannes K. Danielsen,
Bartal Wardum,
Jákup B. Andreasen,
Adrian Justinussen,
Jóannes Bjartalíð,
Jákup L. Thomsen,
Benjamin Heinesen
Betuel Hansen (L)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við U21 landsliðsvenjaran, Eli Hentze fyri lítlari løtu síðani.
Eli Hentze krevur, at allir gera sítt og stríðast fyri hvørjum øðrum, so er góður møguleiki fyri, at tað fer at røkka ímóti einum offensivum finskum liði.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá Rás2 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og á FM 98,7.
In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Myndir, samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.
Seinast liðini møttust í Finnlandi megnaði føroyska liðið góðan 1-1 javnleik.
Støðan:
1
6
8
14
2
6
15
13
3
7
-6
8
4
5
-3
6
5
6
-5
5
6
6
-9
3