Talv
Eitt óvæntað og tvey nøkunlunda væntað úrslit í 1. deild. Soleiðis kann ein tulka fyrsta umfar í bestu deildini í Føroyum, sum bleiv leikt um vikuskiftið.
Taka vit fyrst óvæntaða úrslitið, so er eingin ivi um at hvalvíkingar framdu stórt bragd við at vinna 3-1 á havnarmonnum. Ikki tí, vit kenna hvalvíkingar sum sera støðugir við nærum somu manning seinastu tíggju árini. Ein tílíkur stórsigur kemur allarhelst sera væl við hjá Brekká & co.
Havnarmenn, sum høvdu sterkari lið á pappírinum, fingu bert tveir javnleikir suður við aftur úr Hvalvík. Martin Poulsen og Herluf Hansen leiktu javnt móti ávíkavist Martin Brekká og Sámal Christiansen, meðan Finnbjørn Zachariassen og Gunnar Joensen vunnu hvør síni talv móti Olaf Berg og Andrias Ziska.
Bogi Ziska aftur á toftaliðnum
Í fjør flutti einstaklingaføroyameistarin frá 1987, Bogi Ziska, heimaaftur á klettarnar. Framanundan hevði hann verið fastur stuðul í mong ár hjá Talvfelagnum Føroyum í keypmannahavn. Fyrstu ? og seinastu ferð teir av Toftum gjørdist føroyameistarar, varð í 1987. Tá mannaði Bogi nevnliga fyrsta borðið á liðnum.
Sunnudagin hittu toftamenn klaksvíkingar í Klaksvík. Úrslitið bleiv 2,5-1,5 til heimaliðið. Bogi leikti varið við hvíta fólkinum móti Ólavi Simonsen. Ólavur fekk ikki tað stóra burturúr vápninum hjá sær, Chigorin byrjanin, og hóast sterki klaksvíkingurin bæði treiskaðist og offraði finnur fyri spæl, leikti Bogi neyvnt og fekk sín javnleik.
Jens Kristian Hansen, sum nú eftir mong ár á fyrsta borði, mannaði annað borð, vann við svarta fólkinum á Rana Nolsøe. Rani lat finnu við tí huga at fáa gott spæl. Men heldur hinvegin fekk Jens Kristian so líðandi fyrimun av hesum, og vann trygt.
Á triða borði vann Tummas M. Anthoniussen á Wenzil Højgaard, tá hesin tapti uppá tíð. Ingolf Gaard vann somuleiðis fyri klaksvíkingar á fjórða borði. Mótstøðumaðurin var super-veteranurin Jústines Hansen.
Torbjørn vorðin kollfirðingur aftur
Vestmenningara hava í ár mist eitt gott trumfkort. Torbjørn Thomsen hevur valt at venda aftur til sítt gamla felag, og hetta má smakka væl í munninum hjá kollfirðingum. Teir hava nevnliga ikki verið í oddastríðnum seinastu árini, og við Hans Kristian Simonsen og Torbjørn Thomsen á liðnum, er møguleiki fyri onkrum nevniverdum í ár. Í fyrsta umfarinum hittu kollfirðingar júst vestmenningar.
Hans Kristian og IM John Rødgaard leiktu javnt á fyrsta borði, somuleiðis sum Torbjørn og John Jacobsen býttu stigini á øðrum borði.
Evnaríki unglingurin Eyðálvur Johannesen, sum vónandi tekur telvingina uppaftur av álvara, vann á vestmenninginum Kára Durhuus, men Jákup á Rógvu Andreasen bjargaði vestmenningum javnleikin við sigri á Grettir Djurhuus. Eitt úrslit bæði liðini ikki heilt kunnu vera ónøgd við.
Stórsigur til Talvfelagið Føroyar
Føroyska útisetaliðið í keypmannahavn fekk eina flúgvandi byrjan í næstfremstu deildini í Danmark. Liðið vann sunnudagin 6-2 móti sterkum liði (?Skakspilleren?), og fáur hevði væntað somikið gott úrslit framanundan. Rating viðvíkjandi vóru liðini sera jøvn, har føroyska liðið kanska hevði lítlan munin.
Tveir danir leika við Talvfelagnum Føroyar í ár. IM Nicolaj Borge, sum mannar fyrsta borð framanfyri John Arna Nilssen. Hin nevnist Finn Nøhr, sum leikti á sjeynda borði framanfyri Terja Petersen. IM Borge er kendur sum ein sera evnaríkur telvari, men legði telvingina at kalla á hilluna fyri góðum trimum árum síðani. Onkursvegna hevur hann tó hildið telvingina við líka, tí hann vann eitt ómetaliga vakurt talv við svarta fólkinum móti einum 2300-manni.
Hinir sum vunnu vórðu; John Arni Nilssen, Eyðun Nolsøe og Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Heini Olsen, Heini Danielsen, Finn Nøhr og Terji Petersen leiktu javnt. Felags fyri dystin kann sigast at eingin á føroyska liðnum stóð nakrantíð verri, og sigurin kundi enntá verði enn størri. Lyklaorðið hendan dagin var kollektiv góð telving.
Málið - sum er uppflyting - er als ikki veruleikafjart. Tað prógvaðu føroysku útisetarnir í vikuskiftinum.
Einkultúrslit ? 1. umfar
1. deild
KT ? VT 2-2
Hans K. Simonsen ? IM Rødgaard0,5-0,5
Torbjørn Thomsen ? John Jacobsen0,5-0,5
Eyðálvur Johannesen ? Kári Durhuus1-0
Grettir Djurhuus ? Jákup Andreasen0-1
KTF ? TT 2,5 ? 1,5
Ólavur Simonsen ? Bogi Ziska0,5-0,5
Rani Nolsøe ? Jens K. Hansen0-1
Tummas M. Anths. ? Wenzil Højgaard1-0
Ingolf Gaard ? Jústines Hansen1-0
TFS ? HT 3-1
Martin Brekká ? Martin Poulsen0,5-0,5
Finnbjørn Zachariasen ? Olaf Berg1-0
Sámal Christiansen ? Herluf Hansen0,5-0,5
Gunnar Joensen ? Andrias Ziska1-0
2. deild
VT ? ST 3-1
Jón - Torkil Nielsen0-1
Jákup Durhuus ? Bernard Augustinusen1-0
Palli Johannesen ? Sonni Nielsen1-0
Ingolf Debes ? Jónfinn Thomsen1-0
HT2-HT3 2-2
Haldur S. Johansen - Súni Ziska0,5-0,5
Johan E. Hansen - Sigurð Justinussen0-1
Óli Joensen - Jón Andreasen0,5-0,5
Poul Poulsen - Ronny í Lon1-0
RT-KTF2 3-1
Jógvan Næs - Rani Baldursson0,5-0,5
Bjarki Ziska - Vagn Heldarskarð1-0
Brandur Jacobsen ? Finn Egilsson0,5-0,5
Hendrik W. Joensen - Mannbjørn Anths1-0
3. deild vestur
MT-ST 4-0
Eyðun Samuelsen - Rógvi Jacobsen1-0
Allan Eldevig - Gutti Petersen1-0
Hans A. Ellefsen - Rani Hansen1-0
Ingi W. Joensen - Torkil Petersen1-0
VT-HT4: 0-4
Unglingar
KTFa-KTFb 3,5 ? 0,5
Rógvi Dragaberg - Bogi Hansen1-0
Herborg Hansen - Eilif Arge1-0
Danny Baldvinsson - Regin Sivertsen0,5-0,5
Berit Kalsø - Dánjal P. Jacobsen1-0
GTa-GTb 2-2
Per Jacobsen - Andras Mikkelsen0-1
Heri Thomsen - Finnur Justinussen1-0
Sam Jacobsen - Ottar Olsen1-0
Hávarður Olsen - Frank A Guttesen0-1