Tað var við buldur og brak, at Bermuda gjørdist limur í oyggjleikafamiljuni. Í øllum førum, tá tosað verður um fimleik hjá kvinnum.
Her hevur Bermuda støðugt verið landið, sum hini skulu máta seg við, og tað er eingin orsøk at rokna við, at talan ikki verður um krútsterkt lið, nú Bermuda er vertur fyri leikunum.
Hjá monnunum hevur Bermuda tó ikki gjørt eins nógv um seg. Her eru tað fyrst og fremst Føroyar og Isle of Man, sum hava verið oddafiskarnir, og har eru tað helst ensku oyggjabúgvarnir, sum hava havt munin.
Tað merkir tó ikki, at føroyska legan ikki hevur vónir um gull á leikunum hesaferð.
- Tað hava vit avgjørt. Ikki minst í liðkappingini, har reglurnar eru okkum til fyrimunar. Tað er so, at í liðkappingini sleppur tú ikki sjálvur at velja torleikastigið, og tí er talan kanska um lættari seriur, enn tær annars eru hjá fremstu íðkarunum. Tað merkir, at vit her hava ein betri møguleika, men tað krevur so eisini, at vit ikki gera mistøk, sigur Øssur Debes Eiriksfoss, ið uttan iva er tann føroyski íðkarin, sum størstu vónirnar eru til.
Á einstaklingasíðuni ætlar Øssur sjálvandi eisini at kappast við teir fremstu, men hóast málið er høgt, so ásannar hann, at Isle of Man hevur ein sera sterkan íðkara, sum helst er greiður favorittur, har hann tekur lut.
Hjá kvinnunum er støðan á leið hin sama. Vertstjóðin hevur væntandi eitt krútsterkt lið, so tað skal nógv riggað framúr væl, um Føroyar skulu ota seg upp á fremsta heiðursplássið. Men møguleikin fyri heiðursmerkjum er avgjørt til staðar – ikki minst í liðkappingini, har Bermuda sjálvandi er favorittur, men har kappingin um næstu sessirnar er sera hørð.
Fimleikur hevur ikki verið fastur partur av oyggjaleikunum, men tær ferðirnar, tá leikirnir ikki hava rúmað fimleikinum, hevur verið skipað fyri fimleikaoyggjaleikum, og eisini her hava Føroyar staðið seg væl.
Enn hevur tó ikki eydnast at vinna liðkappingina. Á Isle of Man í 2001 kendu føroyingar seg burturdømdar, tá eitt blaðungt heimalið fekk sigurin, men í einstaklingakappingini gjørdu føroyingarnir bart. Bæði hjá kvinnum og monnum gjørdist talan um somikið stórt hál, at leikirnir ta ferðina gjørdust teir næst ríkastu yvirhøvur, tá talan er um heiðursmerki.