Óli klárar seg uttan koyrikort

Fleiri føroyingar eru ongatíð komnir so langt sum til at taka koyrikortið. Ein teirra er 67 ára gamli, Óli Jacobsen í Havn - Eg havi faktist ongantíð tímað at koyrt, og eg havi heldur ikki havt rættiligt brúk fyri tí, segði Óli fyrr í vikuni við Sosialinum.

Hann hevur verið í teirri hepnu støðuni, at hava nakrar fáar minuttir at ganga til arbeiðis. Annars hevur hann klárað seg við beinum og bussum.

Tað hava sjálvandi verið støður, har tað hevði havt sín fyrimun at hava koyrikort.

- Men, sigur Óli. Tað skal so eisini sigast, at upp til seks koyrikort kunnu vera í húsinum - konan, børnini og versonur.

Hann hevur í løtuni ongar ætlanir um at fáa sær koyrikortið.

- Ja, nú verður tað harvið. Eg sleppi enntá fyri hálvan prís við bygdaleiðum, sigur Óli Jacobsen.

snorri@sosialurin.fo