- Tað er so, at tá tú fæst við satiru, so kemur tú at raka fólk. Persónar, sum sita við ábyrgd mugu tola at verða viðgjørd satiriskt. Um tey ikki tola tað, eru tey ikki egnað, og tey kunnu eisini gerast vandamikil. Tað hava vit einki dømi um her heima, tíbetur, men tað síggja vit ofta uttanlands. Og ein løgmaður skal tola nógv av. Eg haldi avgjørt, at tað ikki kunnu vera tey, sum eru nærtakin, sum skulu gera av, hvar markið skal ganga.
- Eg haldi, at satiran er torfør at definera, tí hon er kritisk, men hon er jú eisini eitt slag av spotti, og tí er hon so flótandi. Tú kanst nýta hana til at siga nakað positivt, men tú kanst eisini fara um mark.
- Tað, at hetta er ein fotomynd, rakar helst harðari, enn skemtitekningar gera. Tekningin hevur jú distanserað seg frá veruleikanum, men hon sigur allíkavæl nakað um veruleikan. Fólk uppfata í stóran mun fotomyndir sum dokumentaristiskar og sannar, hóast tær eisini kunnu manipulerast á nógvar ymsar hættir.
- Men vilt tú vita, hvar markið fyri satiru gongur, so havi eg eini ráð : Royn tað í rættinum.