Tað er rár hending, at føroyskar bøkur eru at finna í heiminum hjá japonskum húski í Tokyo ella liggja á borðinum hjá formanninum á Føroya Løgtingi. Undantøk finnast. Tá Sosialurin og Óli Petersen skipaðu fyri framsýningini á ólavsøku við tekningunum hjá okkara frægasta teknara kom heldur sjáldsamur gestur inn á gátt í Smiðjuni. Tað var Kazuoi Nakamura úr Tokyo. Ørindi hansara vóru at síggja tekningarnar hjá føroyska blaðteknaranum Óla Petersen. Við sær út aftur úr Smiðjuni løtu seinni hevði tann ungi japanarin tær 13 Skemtbøkurnar við tekningum hjá Óla Petersen. Dagin eftir fóru tær við flogfarinum longu leiðina kring knøttin fyri at enda á borð-inum hjá Kazuoi nakrar vikur seinni. Hann hevur serstakan áhuga fyri blaðtekningum og hevur savnað slíkar úr øllum heiminum. Nú er teknarin av Skála millum nógvar av heimsins frægastu blaðteknarum í stóra savninum í Tokyo. Men ikki nokk við tí. Nú er tann 14. bókin í røðini á veg til japanska høvuðsstaðin. Og gongur sum ætlað fer tann 15. bókin sama veg hesa tíðina næsta ár. Livst so spyrst.