Liðskiparin málskjúttin og venjarin harmast (Rás2)

(Rás2) Hoyr liðskiparan, Bethuel Hansen, málskjúttan, Benjamin Heinesen og høvuðsvenjaran, Eli Hentze seta orð á 1-3 ósigurin móti Finnlandi

Tað helt tíverri ikki hjá føroyska U21 landsliðnum, ið var á odda 1-0 ímóti Finnlandi í steðginum í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði á Toftum, men endaði við at tapa 1-3.

 

Jóannes Hansen tók soleiðis samanum á in.fo aftaná dystin: "Tað eru vónbrotnir føroyskir spælarar, sum í góðveðrinum eru á veg av vøllinum á Svangaskarði.

Inntil tað restaði eitt korter vóru Føroyar frammanfyri 1-0, og tá ið ein tími var farin, høvdu føroyingar risa møguleika at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki, og fram ímóti dystarenda vísti tað seg at kosta sigurin og eisini javnleikin."

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná dystin.

 

Raðfylgjan á ljóðfíluni er hendan:

 

1) Bethuel Hansen, liðskipari

 

2) Benjamin Heinesen, málskjútti

 

3) Eli Hentze, venjari

 

 

Bethuel Hansen er glaður fyri, at hann slapp at verða liðskipari í dag, men hann er ikki nøgdur við hvussu dysturin tók seg út seinastu løtuna.

 

 

Benjamin Heinesen heldur tað verða gott plástur á sárið at skora eitt gott mál, men hann er eisini harmur um, at tað ikki helt hjá føroyska liðnum. 

 

 

 

 

 

Eli Hentze er sjálvatfinningarsamur, og heldur, at hann og hjálparvenjarin, Hegga Samuelsen áttu at skift inn meira offensivar kreftir fyrr í seinna hálvleiki. Eli er heldur ikki nøgdur við hvussu úrslitið lagaði seg, men hann er nøgdur við hugburðin og arbeiðsavrikið hjá føroysku spælarunum. 

 

 

 

HER kanst tú lesa samanumtøkuna hjá Jóannesi Hansen á in.fo og hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum fýra málunum, ið komu í dystinum. André Olsen var viðmerkjari. 

 

 


Støðan:

 

1

Póland

6

4

2

0

14

6

8

14

2

Danmark

6

4

1

1

22

7

15

13

3

Finnland

6

2

3

1

11

12

-1

9

4

Georgia 

7

2

2

3

9

15

-6

8

5

FØROYAR

7

1

2

4

7

14

-7

5

6

Litava

6

1

0

5

3

12

-9

3