Liðskiparin tosar við onnur

Andreas Mortensen, sum er bæði liðskipari og toppskjútti hjá Fremad Amager, sigst nú hava hug at skifta felag. Sambært Sjællandske Medier skal spælarin vera ávegis til Slagelse, tí sáttmálaútspælið frá Fremad Amager ikki er nóg gott. – Eg havi so ikki skrivað undir Fremad Amager, og eg havi tosað við onnur feløg. Men eg taki so onga avgerð, fyrr enn teir báðir seinastu dystirnir eru spældir, sigur Mortensen við bold.dk.