Liðugt við umberingunum fyri okkara eldru!

Rættindini hjá okkara eldru til røktarheim, sambýli ella hjálp í egnum heimi, hava í mong ár verið ein endaleys røð av umberingum. Nú skera vit ígjøgnum og taka ábyrgdina!

Tað hevur verið sum at sæð ein flogbóltsdyst at fylgt gongdini at útvega okkara eldru virðilig tilboð til ellis- og røktarheim, sambýli ella hjálp í egnum heimi: Hvørja ferð hetta so týdningarmikla mál verður tikið upp, verður tað sligið yvirum netið ella smasjað niður í gólvið í einum endaleysum dysti millum land og kommunur.

 

Men nú má vera liðugt við umberingunum! Sum størsta kommuna í landinum skal Tórshavnar kommuna ganga undan at taka yvir alla ábyrgdina av trivnaðinum hjá okkara eldru. Hetta eigur at vera ein av kjarnuøkinum í eini kommunu og millum okkara fremstu skyldur, sum býráðspolitikarar.

 

Eg kenni til tað ovurstóra arbeiðið, ið dugnalig fólk hava gjørt innan eldratilboðini, hóast ábyrgdin verður blakað ímillum tveir politiskar myndugleikar. Og eg kenni til óvirðiligu umstøðurnar, bíðitíðina og ta ábyrgd, ið familjurnar taka, tá myndugleikarnir renna undan.

 

Saman við Tjóðveldi og býráðnum øllum fari eg at tryggja, at ábyrgdin kemur á okkara hendur og at vit seta ferð á verulig tilboð til okkara eldru.

 

Tað eru bara Tú og E, ið kunnu fáa nakað at henda.