Súkkling
Við ikki at fráboða, júst hvar hann er staddur, hevur danski Michael Rasmussen fýra ferðir fingið ávaring frá dopingeftirlitinum.
Altjóða reglurnar á økinum siga, at um súkklari tríggjar ferðir ávaring fyri ikki at røkja fráboðanarskyldu sína, so verður málið roknað sum dopingmál, men har til er tað so enn ikki komið hjá Kylling, sum Michael Rasmussen verður róptur. At málið ikki er reist enn, kemst av ógreiðu reglunum á økinum, har tað ikki stendur staðfest, hvaðani ávaringarnar skulu koma. Soleiðis hevur Rasmussen fingið tvær ávaringar frá altjóða dopingeftirlitinum og tvær frá danska dopingeftirlitinum.
Í prinsippinum snýr reglan seg um, at súkklarar tvær ferðir um árið boða frá, hvar teir eru at hitta næsta hálva árið. Hetta ber sjálvandi illa til í praksis, og júst tí er talan um stranga fráboðanarskyldu, tá ætlaða mynstrið annars verður brotið. Ein fráboðanarskylda, sum flestu súkklararnir ikki hava stórvegis trupulleikar av, men sum Kylling altso ikki hevur hildið.
Smuglaði í skógvaeskju
Týdningarmest av øllum, so er Rasmussen ikki testaður positivur, og tí er hann framvegis partur av stóru súkklukappingini. Men ein av fyrrverandi vinum hansara staðfesti fríggjdag, at Rasmussen á sinni vildi lokka seg at smugla ólóglig evni.
Whitney Richards sigur, at Michael Rasmussen ta einu ferðina bað seg taka eitt par av súkkluskóm við til sín. Men heldur enn bara at taka eskjuna, so vildi Richards spara pláss í kuffertinum, og tí opnaði hann eskjuna. Og sjálvur sigur hann, at hendan als ikki innihelt skógvar, men fleiri sløg av heilivági.
- Eg koyrdi alt, sum var í eskjuni burtur, og síðani spurdi eg Michael, hvat hetta var fyri nakað. Tá gjørdist hann frá sær sjálvum, og spurdi meg, um eg visti, hvussu nógv hetta lortið kostaði, sigur Richards.
Sjálvur vil Michael tó ikki kennast við nakað av hesum. Hann heldur framvegis fast um, at hann ikki nýtir doping í sínum royndum at vinna seg fram millum bestu súkklararnar í heiminum.