Libyski her­leið­arin mill­um átta deyð í flog­van­lukku nær­hend­is Ankara

Flogskiparin bað um neyðlending orsakað av el-breki, áðrenn privatflogfarið við herovastanum í Libya datt niður.

Libyski herleiðarin, Mohammed Ali Ahmed Al-Haddad (vinstrumegin), hitti verjumálaráðharran í Turkalandi, Yasar Guler (høgrumegin), í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, fyrr týsdagin. - Mynd: Defence Ministry/Reuters

Eitt flogfar við herleiðaranum í Libya datt niður nærhendis turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, týskvøldið.

Libyski forsætisráðharrin, Abdul Hamid Dbeibah, váttar í boðum á sosiala miðlinum Facebook, at hann hevur fingið tíðindi um deyða herleiðarans Mohammed Ali Ahmed al-Haddad.

– Tað er við djúpari sorg og stórari sorg, at vit hava frætt um deyða libyska herleiðarans, skrivar Abdulhamid Dbeibah, forsætisráðharri, á Facebook-síðu síni.

Fýra onnur leiðandi embætisfólk og manningin, sum taldi trý, doyðu eisini. Hetta upplýsa ónevnd embætisfólk úr Turkalandi og Libya, sambært tíðindastovuni AFP.

Radiosambandið við privatflogfarið hjá heryvirmanninum slitnaði í loftrúminum kring Ankara stutt eftir, at flogfarið fór á flog.

Burhanettin Duran, samskiftisstjóri á turkisku forsetaskrivstovuni, skrivaði á X, at flogskiparin bað um neyðlending orsakað av tí, sum varð lýst sum ein el-feilur.

Tá hevði flogfarið verið í luftini í 16 minuttir.

Eftir 42 minuttir slitnaði radiosambandið við flogfarið, sum datt niður 74 kilometrar frá Ankara.

Turkiskar bjargingarmanningar komu týskvøldið til vrakið av flogfarinum, sum datt niður.

– Turkiska løgreglan hevur funnið vrakið av privata flogfarinum, sum fór á flog frá Esenboga flogvøllinum í Ankara á veg móti Tripoli, umleið tveir kilometrar sunnan fyri bygdina Kesikkavak í Haymana-landslutinum, skrivar turkiski innanríkisráðharrin, Ali Yerlikaya, á X.

Privatflogfarið við libyska herleiðaranum umborð fór avstað úr Ankara klokkan 17:10 okkara tíð og skuldi flúgva aftur til libyska høvuðsstaðin, Tripoli.

Libyski herleiðarin hevði verið á fundum í Ankara við turkiska verjumálaráðharran, Yasar Guler, ráðharra, og turkiska herleiðaran, Selcuk Bayraktaroglu.

 

Ritzau/Reuters

 

Myndir tiknar av libiska herovatanum undir vitjanini í Turkalandi í gjár:

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

 

 

Libyski herleiðarin, Mohammed Ali Ahmed Al-Haddad (vinstrumegin), hitti verjumálaráðharran í Turkalandi, Yasar Guler (høgrumegin), í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, fyrr týsdagin. - Mynd: Defence Ministry/Reuters

Defence Ministry/Reuters/Ritzau Scanpix

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Defence Ministry/Reuters/Ritzau Scanpix