Ein maður stolið minst 17 ferðir í matvøruhandli

Løgrelgan hevur fingið fráboðan um, ein maður hevur stolið matvørur minst 17 ferðir

Tað er SMS-samtakið, sum í gjár boðaði løgregluni frá, at ein persónur hevur stolið vørur í sjálvavgreiðslunum í Miklagarði og í Mylnunum. Tað hava funnið fram til gjøgnum videoupptøkur, at maðurin hevur gjørt hetta minst 17 ferðir, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Løgreglan hevur arbeitt við málium, síðani tað varð fráboðað, og tey sita enn við málinum. 

Maðurin er ikki handtikin enn, men higartil eru prógv fyri, at maðurin hevur framt slíkan stuldur minst 17 ferðir í Miklagarði og í Mylnu-handlum.

Stuldurin er framdur í tíðarskeiðnum frá síðst í november til í gjár 22. desember.

Vaktleiðarin sigur, at tey vita hvør maðurin er. Hann er føddur í 60'unum og er útlendingur.