Libyski uttanríkisráðharrin, Moussa Koussa, kom í kvøld til London, og bretska uttanríkisráðið hevur váttað, at hann er rýmdur úr Libya. -Vit kunnu vátta, at Moussa Koussa er komin við flogfari til flogvøllin í Farnborough úr Tunesia. Hann er farin sjálvboðin, og hann hevur greitt okkum frá, at hann er farin frá sum ráðharri, sigur bretska uttanríkisráðið í einari fráboðan.
Koussa hevur verið ein av teimum týdningarmestu politikarunum hjá Muammar Gaddafi, og hann var maðurin aftan fyri uttanríkispolitikkin, sum gjørdi, at Libya slapp inn í altjóða hitan.