Aftur í dag eydnaðist tað B36 at vinna 1-0. Soleiðis var tað síðsta sunnudag, tá ið tað í Gundadali endaði við 1-0 sigri ímóti B68.
Ta ferðina var tað Bogi Reinert-Petersen, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki og við brotssparki skoraði sigursmálið.
Tá ið B36 í kvøld var á Dungasandi í Sørvági, var Bogi Reinert-Petersen ikki á liðnum, tí hann var leikbannaður. Í miðverjuni vóru Børge Petersen og Mattias Weihe Joensen.
B36 skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var liðformaðurin Hannes Agnarsson, sum eftir innkast í vinstru sneiddi inn ímóti málinum og so sendi bóltin dygst inn við nærra stólpa. Hetta var fjórða ferðin í ár, at Hannes Agnarsson var málskjútti í landskappingini. Hann hevur nú í 159 landskappingardystum í bestu deildini skorað 27 mál.
07 Vestur var í stórum løtum meiri í álopsstøðu, enn gestirnir vóru, og heimaliðið spældi seg í góðar støður og til upplagdar møguleikar, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Silasi Eyðsteinsson, sum var sannførandi í B36 málinum.
B36 er á fimta plássi við 31 stigum. Tað er eitt stig fram til Víking, sum í løtuni spælir á Svangaskarði og er á fjórða plássinum, sum kann bera rættin til luttøku í Europa við sær.
Í 07 Vestur leguni er vónbrotið stórt um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku, tí hetta var ein av møguleikunum, sum kundi vera við til at lyfta vágaliðið av aftasta plássi. 07 Vestur er aftast við 10 stigum. Um tvær vikur fer 07 Vestur suður til Vágs. Úrslitið á Vágseiði um tvær vikur verður avgerandi fyri vánirnar hjá vágaliðnum at varðveita plássið í bestu deildini.
Næsti dystur hjá B36 verður grannauppgerð ímóti HB.
07 Vestur – B36 0-1(0-0)
0-1: Hannes Agnarsson
Dómari: Nanna Andersen Danmark
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn,
Edvin Jakobsen, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Casper Gedsted Hansen, Magnus Holm Jacobsen, Mikkel Hyllegaard, Silas Gaard – Tobias Fabian Giusti
B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Børge Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Eli Falkvard Nielsen, Hannes Agnarsson – Pætur J. Petersen