Miðflokkurin er ov vinstrasinnaður

Nýggja nevndin hjá ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum, har annar tingmaðurin er nevndarlimur, fer at flyta Miðflokkin til høgru

Petur Takamasa á Geilini Asano er nýggjru formaður í Ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum – sum heldur, at flokkurin er ov vinstrasinnaður

Tað sigur ungmannafelagið hjá Miðflokkinum í tíðindaskrivi í sambandi við, at felagið hevur havt aðalfund, har felagið millum annað valt nýggjan formann.

 

Eftir aðalfundi hevur nevndin skipað seg við við Petur Asano sum formanni.

 

Nevndin er mannað soleiðis:

 

  • Petur Takamasa á Geilini Asano: Formaður
  • Mattias Ljósheim: Næstformaður
  • Markus Mortensen: Skrivari
  • Aksel Kambsskarð Berg: Kassameistari
  • Steffan Klein Poulsen: Nevndarlimur

 

– Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fíggjarpolitikkin í flokkinum. Politikkurin er farin ov langt til vinstru, og tíðin er komin til at seta kósina til høgru. 

 

– Ungmannafelagið hevur ein aktivan leiklut í at menna Miðflokkin, og nýggja nevndin ynskir at verða við at leggja kós og visión fyri Miðflokkin, har málið er at flokkurin skal verða millum teir størstu í framtíðini.

 

– Petur Asano er úr Svínoy og er hálvur Japanari. Hann hevur bæði royndir at búgva á útoyggj og í stórbýi. Útoyggjapolitikkur er eitt av hansara hjartamálum. Serliga tær smáu útoyggjarnar, sum blíva gloymdar og enn tá koyrdar í skrellispannina, tá tað kemur til tunnilsætlan, siga Ung fyri Miðflokkin.

 

Petur Takamasa á Geilini Asano er nýggjru formaður í Ungmannafelagnum hjá Miðflokkinum – sum heldur, at flokkurin er ov vinstrasinnaður