Liðið er sett: KÍ líkist sær sjálvum

Europa League: Magne Hoseth hevur sett liðið til dystin móti FC Sheriff Tiraspol

Tað er í kvøld, at KÍ skal spæla um at koma í bólkaspælið í Europa League. Klokkan 18 spælir KÍ seinna dystin í “play-off” uppgerðini móti FC Sheriff Tirsapol úr Moldova. Vinnari sleppur í bólkaspælið í Europa League, sum er miðlingurin av evropsku kappingunum. Taparin endar í Conference League, sum er lítlibeiggi hjá Europa League.

 

KÍ var leikliga omaná, tá FC Sheriff var á vitjan á Tórsvølli farna hóskvøld. Gestirnir ætlaðu sær lítið og tá klaksvíkingar funnu út av tí fóru teir í álop. Patrick Da Silva legði KÍ á odda og Jákup B. Andreasen var bara ein meistarliga bjarging frá at økja til 2-0. Tíverri fyri KÍ stjólu gestirnir eitt stig við heim, tá teir eitt korter fyri tíð javnaðu.

 

Portalurin, sum er við á ferðini í Moldova, hevur saman við Norðlýsinum víst á, at tað eru ávís ivamál í hópinum, nú KÍ hevur spælt nógvan fótbólt seinastu mánaðirnar. Tað hevur tó ikki ávirkað liðið nakað serligt til í kvøld.

 

Sum væntað eru tríggir í miðverjuni og talan er um tríggjar royndar mans. Odmar Færø, Heina Vatnsdal og Vegard Forren. Í høgru verður Jóannes K. Danielsen og í vinstru verður tað René Shaki Joensen.

 

Mitt á miðjuni verða Jákup B. Andreasen og Dani Pavlovic. Í høgru verður tað Árni Frederiksberg og í vinstru verður tað Patrick Da Silva. Fremstur verður norski Luc Kassi. Dysturin móti FC Sheriff byrjar klokkan 18.