Liðið hjá Brynhild og Súnu tapti stórt fyri meistarunum

Esbjerg vísti onga náði móti Ajax í kvøld

Í kvøld tóku Brynhild Pállsdóttir, Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Ajax móti verandi meistarunum, Esbjerg í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Esbjerg vísti onga náði móti vertunum. Dysturin endaði við stórsigri 39-18 til Esbjerg, ið var á odda heili 24-10 í steðginum.

 

Brynhild skoraði trý mál fyri Ajax, meðan Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.

 

Ajax hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Leygardagin 16. september tekur Ajax móti Nykøbing Falster í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.