So er tað staðfest. Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF flyta niður í triðbestu norsku fótbóltsdeildina.
Gullbrandur var við frá dystarbyrjan, men var skiftur út aftaná steðgin, tá Sandnes tapti heili 0-4 fyri gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger á útivølli.
Støðan var 1-0 í steðginum, so tað bleiv so ikki betri av, at Gullbrandur fór av vøllinum.
Sandnes hevur bert 17 stig fyri 28 dystir, og teir kunnu í mesta lagi røkka 23 stigum, og teir enda tí aftast í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Næstaftast er liðið hjá Meinhardi E. Olsen, Mjøndalen sum nú hongur í einum klønum tráði.
Meinhard spældi allan dystin, tá Mjøndalen á útivølli tapti 1-3 fyri gamla liðnum hjá Patriki Johannesen, Egersund. Í steðginum var Mjøndalen annars á odda 1-0 við einum máli Joachim Solberg skoraði í 29. minutti. Men seinastu 25 minuttirnar lat Mjøndalen trý mál inn, tað triðja var enntá eitt sjálvmál, og nú hevur Mjøndalen við 25 stigum fýra stig upp til Levanger, ið er triðaftast í deildini við 29 stigum. Liðið sum endar triðaftast spælir tveir Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini.
Mjøndalen má vinna á Stabæk á heimavølli komandi leygardag, og á Raufoss á útivølli leygardagin 9. november. Samstundis má Levanger snáva, so tað sær svart út í løtuni hjá Meinhardi og liðfeløgunum.