Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin tóku á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í THW Kiel í toppdysti í týsku bundesliguni.
Tað bleiv ongantíð ein spennandi dystur, og eigur Hákun argingarrættin, tí Füchse Berlin vann greiðan 35-26 sigur á THW Kiel. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-10.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir, og Elias skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.
Füchse Berlin er triðfremst í deildini við 14 stigum. Teir eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Melsungen sum hevur 16 stig.
Kiel er nummar seks í deildini við 12 stigum.
Nú kunnu Hákun og Elias hugsavna seg um EM-undankappingardystin hjá Føroyum móti Kosovo í høllini á Hálsi komandi mikukvøld klokkan 19.