Liðið hjá Halli vann greitt á liðnum hjá Jóhannes

Stjarnan tók móti Afturelding í Hekluhøllini í kvøld

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í Hekluhøllini í Garðabær í kvøld.

 

Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni tóku móti Halli Arasyni og liðfeløgunum í Afturelding.

 

Afturelding vann ein greiðan 36-29 sigur. Í fyrra hálvleiki leikaði tó javnt á, og í steðginum var Afturelding bert á odda við einum máli, 14-13

 

Gongdin í dystinum Stjarnan-Afturelding: 3:1, 6:4, 6:7, 9:8, 10:11, 13:14, 17:17, 18:21, 21:24, 23:27, 25:31, 29:36.

 

Jóhannes skoraði tvey mál fyri Stjörnuna. Hallur skoraði fimm mál fyri Afturelding, og var millum næstbestu málskjúttarnar hjá útiliðnum.

 

Afturelding er fremst í deildini við 13 stigum. Stjarnan er nummar átta í deildini við sjey stigum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 19 spæla Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali dyst móti Fram á útivølli.