Mælir til at linka dómin hjá Menendez-brøðrum fyri morð

Ákæruvaldið fer at mæla dómstólum til at broyta lívstíðardómin hjá brøðrunum. Hann heldur, at teir kunnu royndarleyslatast.

Ein ákæri í Los Angeles í USA mælir til at broyta dómin í einum umstríddum drápsmáli móti brøðrunum Erik og Lyle Menendez.

Tað sigur ákærin George Gascon, sum er landsrættarsakførari í Los Angeles, á tíðindafundi hósdagin.

Brøðurnir hava sitið fongslaðir í 34 ár.

Teir vórðu dømd fongsul fyri lívið í 1989 fyri at hava skotið og dripið foreldrini, Jose og Kitty Menendez.

Málið er tikið uppaftur, eftir at nýggj prógv hava víst, at brøðurin høvdu verið fyri kynsligum ágangi av pápa sínum í fleiri ár.

- Eg meti, at ein nýggjur dómur er hóskandi, og eg fari at mæla rættin til tað í morgin, sigur advokaturin.

- Eg meini, at teir hava goldið sína skuld til samfelagið.

Meira nágreiniliga mælir George Gascon til, at lívstíðarfongsulsdómurin hjá beiggjunum verður sleptur og at teir í staðin fyri fáa 50 ár til lívstíðarfongsulsrevsing.

Hann heldur tó teir báðar verða egnaðar til at verða royndarleyslatnar. Hetta tí at teir vóru so ungir, tá teir framdu morðini.

Lyle var 21 ára gamal og Erik 18 ára gamal, tá foreldrini vórðu dripin.

José Menendez varð skotin í høvdið aftanífrá, meðan Kitty Menendez doyði eftir at hava verið skotin 15 ferðir.

Tað hendi á heiminum hjá familjuni í Beverly Hills.

 

Ritzau/Reuters