Liðið hjá Hera Hjalt Mohr vann á útivølli

Strømmen er átta stig frá einum beinleiðis uppflytingarplássi

Heri Hjalt Mohr og liðfelagarnir í Strømmen spældu í dag dyst á útivølli móti Strindheim í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Strømmen at vinna dystin 1-0. Sigursmálið skoraði Julian Kristengard 56. minutti.

 

Strømmen sum hevur fingið sjey stig í teimum seinastu trý dystunum er nummar sjey í deildini við 34 stigum fyri 20 dystir.

 

Strømmen hevur átta stig upp til oddaliðið, Skeid Oslo sum hevur 42 stig.

 

Heri sum hevur stríðst við at koma fyri seg aftur aftaná drúgvan skaða fekk seinastu minuttirnar á vøllinum í dag.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Strømmen heimadyst móti oddaliðnum, Skeid Oslo.