Samlaða kapitalhækkingin, sum Ocean Rainforest hevur gjørt í hesum umfarinum, er góðar 18 milliónir krónur við luttøku frá núverandi partaeigarum og nýggjum íleggjarum.
Adam Kybird, fíggjarleiðari í Triodos Food Transition Europe Fund, sigur:
"Ocean Rainforest byggir á tríggjar súlur, sum hóska til okkara íløguvirksemi.
Í mun til umhvørvið, so fer taraaling í størri skala at vaksa munandi um lívfrøðiliga margfeldið og minka munandi um súrganina í sjónum.
Gróðurevni framleitt úr tara og djórafóður eru eisini týðandi partar av umskiftinum til burðardyggan landbúnað.
Fyri vanliga brúkaran eru vørur framleiddar úr tara heilsubetri, bæði tá talan er um mat, kosttilskot og kosmetik.
Ocean Rainforest skapar eisini arbeiðspláss og setir Føroyar í fremstu røð innan burðardygga taraaling."
Ocean Rainforest varð stovnað í 2007 og fór so smátt undir aling í 2013. Aftaná áralanga gransking og royndir væntar fyritøkan at framleiða 400 tons av tara í 2024 (240 tons í 2023). Ocean Rainforest virkar taran á framleiðsluvirkinum í Kaldbak og selur vøruna til keyparar, ið brúka taran í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum. Ocean Rainforest hevur 25 fólk í starvi og er í dag stórsti taraalari í Europa.
Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest, sigur:
"Íløgan frá Triodos Food Transition Europe Fund er ein viðurkenning av okkara vinnuligu ætlanum í mun til burðardygga menning og framleiðslu av taraúrdráttum. Við íløguni frá Triodos og øðrum fara vit at kunna økja framleiðsluna enn meira, og halda fram við okkara miðvísa arbeiði at røkka marknaðir í Europa og Norðuramerika. Við hesi menningini kunnu vit skjótari og betri røkka okkara málum um burðardygd."
Umframt virksemið í Føroyum, alir Ocean Rainforest eisini tara út fyri Santa Barbara í Kalifornia og framleiðir vørur til amerikanska marknaðin. Aliloyvið hjá Ocean Rainforest er fyrsta granskingar- og menningar loyvi til taraaling latið nakrari fyritøku í amerikanskum samveldishavøki. Fyritøkan hevur nýligani søkt um loyvi til at reka vinnuliga taraaling í sunnara parti av Kalifornia. Fær fyritøkan hetta loyvið, kann Ocean Rainforest vaksa um sítt virksemi og gerast millum stórstu taraalararnar í USA.