Liðið hjá Jóan Símuni tapti steypahálvfinaluna

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi vóru akkurát ov stuttir til at reyka finaluni í norðurmakedonsku steypakappingini

Mynd: Shkupi

Jóan Símun Edmundsson var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Shkupi leiktu seinnu hálvfinaluna í norðurmakedonsku steypakappingini.

 

Dysturin var á útivølli móti Tikves. Fyrri dysturin móti Tikves á heimavølli endaði við javnleiki 0-0, og aftaná vanliga leiktíð og longda leiktíð var støðan eisini 0-0 á heimavøllinum hjá Tikves.

 

So var neyðugt við brotssparkskapping. Hjá Tikves settu fimm av fimm leikarum bóltin í netið, meðan Darko Ilieski brendi fyri Shkupi. Shkupi tapti brotssparkskappingina 3-5.

 

Finalan millum Tikves, ið er nummar fimm í bestu norðurmakedonsku deildini, og Voska Sport, ið er nummar 10 í deildini verður leikt mánakvøldið 22. mai.

 

Talan var um gylt høvið hjá Jóan Símuni og liðfeløgunum, ið fór fyri skeytið í hálvfinalunum. 

 

Shkupi má nú hugsavna seg um seinastu dystirnar í bestu norðurmakedonsku deildini. Komandi sunnudag spælir Shkupi á útivølli móti Sileks.

 

Shkupi er næstfremst í deildini við 54 stigum, bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Struga sum hevur 55 stig. 

 

 

 

Mynd: Shkupi