27 ára gamli miðvingurin, John Frederiksen kemur víða. Aftaná at hava roynt seg í finskum, eysturríkskum og skotskum fótbólti roynir John seg nú í triðbestu deildini við Arendal.
John hevur fingið spælitíð í trimum dystum higartil, men hevur enn ikki byrjað inni.
Arendal er næstfremst í deildini við 16 stigum fyri átta dystir. Egersund er fremst við 22 stigum.
Komandi sunnudag hevur Arendal heimadyst móti Notodden.