Tvey føroyingalið í Íslandi hava verið í evropeiskum leiki á heimavølli í kvøld.
Klæmint A. Olsen spældi allan seinna hálvleik, tá Breiðablik vann 1-0 á bosnisku meistarunum, Zrinjski í seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League.
Sigursmálið var eitt sjálvmál, ið Breiðablik fekk mál upp á í 54. minutti. Tríggjar minuttir seinni hevði Klæmint ein drønstútara, ið ólukkutíð fór á stongina. Móti endanum hildu teir seg í Breiðablik seg eisini eiga brotsspark, men VAR feldi hesum.
Zrinjski vann 6-2 á heimavølli, og vann sostatt 6-3 samanlagt. Men Breiðablik vann íslendska roknskapinum góð stig.
Breiðablik skal nú spæla tveir Play Off dystir um at sleppa í bólkaspælið í Europa Conference League. Higartil hevur einki íslendskt lið megnað at vunnið seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.
KA tapti á heimavølli 1-5 fyri belgiska stórliðnum, Club Brügge í seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Europa Conference League. Club Brügge vann eisini 5-1 á heimavølli, og vann sostatt 10-2 samanlagt.
Club Brügge var á odda 2-0 í steðginum.
Pætur J. Petersen sum var á vøllinum frá dystarbyrjan syrgdi fyri glottanum hjá KA, tá hann hegnisliga meddaði bóltin í netið til 1-3. Tá var ein tími leiktur av dystinum.
Jóan Símun Edmundsson kom á vøllin í 71. minutti. Fáar minuttir seinni fekk hann eitt gult kort. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Jóan Símun eitt gult kort aftrat, og harvið reyða kortið. Stóri íslendski miðilin, Morgunblaðið helt tó, at Jóan Símun ikki átti at fingið tað seinna gula kortið.
Evropeiska ævintýrið hjá KA er liðugt, men teir kunnu gleða seg til at spæla steypafinalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík móti Víkingi Reykjavík, ið hevur Gunnar Vatnhamar á liðnum.
Tann dysturin verður spældur 16. september.