Liðið hjá Pernille Brandenborg vann grannauppgerð

CSM Bukarest tryggjaði sær ein sigur í fyrsta dystinum hetta kappingarárið

Í kvøld spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í CSM Bukarest fyrsta dystin í bestu rumensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Talan var um grannauppgerð á útivølli móti Rapid Bukarest. 

 

Í steðginum stóð illa til, tí tá var Rapid Bukarest á odda 16-12. CSM Bukarest fekk tó tamarhald á støðuni í seinna hálvleiki. CSM Bukarest vann eisini seinna hálvleik 16-9, og harvið dystin 28-25.

 

Pernille var mest í leiklutinum sum verjuleikari seinastu løtuna av dystinum.

 

Týsdagin klokkan 15 er aftur grannauppgerð á skránni hjá CSM Bukarest. Tá verður talan um dyst á heimavølli móti Stiinta Bukarest.