Tangabúðin er ein býarmynd á Tvøroyri, og nú skal hon hava nýggjar eigarar

- Tað er við sorgblídni at vit gevast

Palle Julsgart sigur, at tey vóna at finna onkran, sum vil reka kendu kioskina víðari

Tangabúðin er ein býarmynd á Tvøroyri, og nú skal hon hava nýggjar eigarar

Í næstan 40 ár hevur Tangabúðin verið ein býarmynd á Tvøroyri, sum hvørt mansbarn kennur. Øll hesi árini hava hjúnini, Ebba og Palle Julsgart, staðið aftan fyri diskin.

 

Men nú er líður ímóti endanum, tí nú skal Tangabúðin hava nýggjar eigarar.

 

Ebba og Palle hava nevniliga gjørt av at gevast, og Palle viðgongur, at tað er við sorgblídni, at tey nú fara at lata stafettina víðari eftir øll hesi árini.

 

Men hann sigur, at nú er heilsan farin at bila, so at tey hava ikki rættiliga orku at halda fram. Tí royna tey nú at finna onkran annan at dríva kioskina víðari.

 

Palle sigur, at upprunaliga var Tangabúðin hjá pápa Ebbu, Magnus Debes, men tey keyptu hana og gjørdu Tangabúðina til teirra lívsverk.

 

Síðan tá er nógv hent.

 

Umframt kioskina er stórt og snøgt øki uttan fyri við ljósi, parkeringsplássi, benkrum og standmyndum, og so er eisini gjørt klárt til at byggja kioskina út, so hon verður dupult so stór, sum hon er nú. 

 

Tangabúðin hevur eitt stórt úrval av vørum og umframt vanligar kioskvørur, eru ísarnir víðakendir, og so er Tangabúðin eisini einasti bókhandil á Tvøroyri, har tey hava eitt fitt úrval av føroyskum og útlendskum bókum.

– Tað hevur verið ein fragd at staðið aftan fyri diskin, har vit hava hitt ein ótal av fólki øll hesi árini, sigur Palle Julsgart, og hann vónar, at tey finna onkran, sum hevur hug at reka Tangabúðina víðari.

 

##med2##

 


 

 

 

Tangabúðin er ein býarmynd á Tvøroyri, og nú skal hon hava nýggjar eigarar

- Tað hevur verið ein fragd at staðið aftan fyri diskin øll hesi árini, sigur Palle Julsgart