Liðið hjá Rógva tapti sætta dystin á rað

Roskilde liggur næstaftast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Gongdin hjá liðnum hjá Rógva Dal-Christiansen í næstbestu donsku hondbóltsdeildini er alt annað enn góð.

 

Í dag taptu Rógvi og liðfelagarnir í Roskilde stórt 19-31 fyri Grindsted á útivølli. Í steðginum var Grindsted á odda 16-10.

 

Rógvi skoraði tvey mál fyri Roskilde hesaferð. 

 

Talan var um sætta tapið á rað hjá Roskilde, ið liggur næstaftast í deildini við fimm stigum. 

 

Komandi leygardag spælir Roskilde botnuppgerð móti Odder á heimavølli. Odder liggur aftast við fýra stigum, so her er gott høvið hjá Roskilde at venda vánaligu gongdini.