Liðið hjá Teis og Peter Krogh er nú triðfremst

Føroyingar spæla við fýra av fimm teimum ovastu liðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus tóku í kvøld móti Norddjurs í heimadysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Frammanfyri 1.088 áskoðarum eydnaðist tað Teis, Peter og liðfeløgunum at vinna dystin 28-26. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Teis skoraði trý mál.

 

Aarhus er triðfremst í deildini við átta stigum. Teir hava fýra stig upp til oddaliðið, HØJ sum er liðið hjá Paula Jacobsen.

 

Fýra av fimm teimum fremstu liðunum í deildini hava føroyingar á liðnum.

 

Nr.LiðDystirStig
1HØJ   612
2Skive 610
3Aarhus HC  68
4Lemvig-Thyborøn   68
5Sydhavsøerne68
6Tønder66
7HC Midtjylland66
8HC Odense 66
9Norddjurs64
10FIF64
11Rækker Mølle  64
12Odder   64
 

13

 

14

 
 

Roskilde 

 

Faaborg

 
 

6

 

6

 
 

2

 

2