Liðið hjá Vilhelmi kann missa ZAG-Arena sum heimavøll

Hannover-Burgdorf er endað í einum stríði við eigaran av stórhøllini

TSV Hannover-Burgdorf, ið er liðið hjá Vilhelmi Poulsen í týsku bundesliguni fer nú í rættin við ánaranum av stórhøllini, ZAG-Arena, ið hevur verið heimavøllurin hjá Hannover-Burgdorf.

 

Múgvandi byggientreprenørurin, Günter Papenburg, ið eigur ZAG-Arena hevur borið fram, at Hannover-Burgdorf skyldar honum eina leigu upp á 580.000 evrur (4,32 miljónir krónur). Sambært Günther Papenburg er tað vorðið nógv dýrari at reka ZAG-Arena, og tí má Hannover-Burgdorf rinda eina størri upphædd fyri tíðarskeiðið september 2024 til mars 2025. Hannover-Burgdorf sýtir fyri at rinda hesar 580.000 krónurnar, og hetta hevur fingið Günther Papenbyrg at hótta við at sýta Hannover-Burgdorf atgongd til høllina til komandi kappingarár. Hetta skrivar Sport Bild.

 

Mikudagin møtast partarnir í rættinum í Hannover. Har fer Hannover-Burgdorf at royna at fáa rættin at staðfesta, at tey eiga atgongd til ZAG-Arena, sum teirra heimavøll komandi kappingarár, og harvið forða Günther Papenburg at blaka tey úr høllini.  

 

Talan er um eitt álvarsamt stríðsmál fyri Hannover-Burgdorf, ið longu hevur selt eitt stórt tal av atgongumerkjum til komandi kappingarár. Farna kappingarár vóru yvir 150.000 áskoðarar í ZAG-Arena fyri at síggja Vilhelm og liðfelagarnar. Talan var um áskoðaramet fyri Hannover-Burgdorf. Tí stendur nógv upp á spæl hjá felagnum, bæði fíggjarliga, ítróttarliga, og tá talan er um umdømið hjá felagnum. 

 

Hannover-Burgdorf endaði á einum sætta plássi farna kappingarár.